Klaksvík: - Fyri mær er eingin ivi: Skulu vit fáa ung fólk at støðast og skapa størri trivna her í Klaksvík, mugu vit betra um umstøðurnar hjá teimum góðu og áhugaverdu útbúgvingunum í býnum, sigur Gunvá við Keldu, sum hevur skúlamál og mentamál sum tvey av sínum hjartamálum.
Hon er tí komin fram við eini ætlan um, at heimbýur hennara kann gerast ein rættur útbúgvingarbýur við øllum tí, sum skal hoyra til ein slíkan – tað er: skúlar, kollegium og umstøður at skapa eitt veruliga lestrarumhvørvi í næststørsta býi okkara.
Til at fremja hetta krevst fyrireiking, peningur, tænastur og mangt annað - og sjálvandi eisini lærarakreftir. Men hesum ber Gunvá við Keldu ikki ótta fyri:
- Tað verður tosað so nógv í dag um at fáa fólk við útbúgvingum heim aftur til Føroyar. Eg trúgvi, at ein slíkur skúladepil hevði avgjørt kunnað gjørt sítt til, at fólk vildu flutt heimaftur.
- Men eg veit, at fólk flyta ikki aftur til Føroyar ella Klaksvíkar bara eftir arbeiði. Tað skal annað og meiri til enn tað, men við eini miðvísari ætlan kundu vit her norðuri gjørt okkara til hetta, sigur býráðslimurin í Klaksvík.
Hinvegin er samferðslan í dag skipað soleiðis, at eingin trupulleiki er hjá komandi lærarum at búgva í Klaksvík, Havn, Eysturoynni ella fyri tað í Vágum.
- Ein slíkur skúladepil her í Klaksvík hevði uttan verið eitt trekkplástur fyri bæði næmingar og lærarar, sigur hon í hesi samrøðuni við Sosialin.
Vit settu henni stevnu ein dagin á Tekniska Skúla í Klaksvík. Her hittu vit bæði næmingar og skúlastjóran, sum kundu fegnast um at útbyggingin av skúlanum var at enda komin.
Kraftsentur og skúladepil
Gunvá við Keldu varð vald í býráðið fyri fýra árum síðani. Inntil fyri kortum var hon millum annað forkvinna í mentanarnevndini.
Í tí dagliga samskiftinum millum býráðslimirnar í Klaksvík eru mál, ið snúgva seg um skúlar og undirvísing, ofta frammi.
Og sambært Gunvá við Keldu kemur meiri enn so fyri, at tosað verður um umstøðurnar og korini hjá útbúgvingunum sum longu eru í býnum í dag.
- Tað vísir seg, at tað er sera ymiskt, hvussu skúlarnir í býnum eru innrættaðir, hvussu teir verða stýrdir og hvussu skúlarnir eru fyri við hølum, greiðir hon frá.
Hesin veruleikin hevur fingið hana at gera sær sína hugsan, um tað ikki hevði gjørt útbúgvingarstigið í býnum meiri áhugavert um ein fekk savnað nakrar av hesum eindunum saman í eina.
Fleiri miðnámsskúlar finnast longu í hesum næststørsta býi okkara, og sambært Gunvá við Keldu kundi ein eisini fingið aðrar og fleiri útbúgvingar aftrat til Klaksvíkar – útbúgvingar sum ikki frammanundan finnast í landinum.
- Út frá hesum kundi ein so skapt eitt kraftsentur og ein skúla- og mentanardepil her í Klaksvík, sigur hon.
Hotell- og matstovur
Hóast Klaksvík má metast sum fiskivinnuhøvuðsstaður okkara, so finnast eisini aðrar útbúgvingar her sum ikki beinleiðis knýta seg at høvuðsvinnu okkara.
Gunvá við Keldu vísir á, at Tekniski skúli er útbygdur og er ein stórur skúli í einum býi av slíkari stødd sum Klaksvík við sløkum 5000 íbúgvum
Umframt henda skúlan finst til dømis ein kokkaskúli og skiparaskúli sum húsast undir somu lon í einum góðum samstarvi, men sum helst hava brúk fyri øðrum og meiri hóskandi korum.
Eisini finnast aðrir og meiri kreativir skúlar sum til dømis Handarbeiðsskúlin, Vevskúlin og Húsarhaldsskúlin. Og so eigur ein heldur ikki at gloyma HF-skeiðið og virksemið í Trygdarmiðstøðini.
- Og møguleikar eru sjálvandi eisini fyri at ein fær útbúgvingar innan fyri bæði hotell- og matstovuøkið, sum ein annars má uttanlands at læra til, sigur Gunvá við Keldu, og leggur aftrat:
- Samstundis sum hetta er eitt øki, sum vit kundu gjørt nakað við, vita vit at henda bransjan hevur trupulleikar at fáa fólk í starv.
Synergi
Við øllum hesum ymisku skúlunum í huga, er Gunvá við Keldu tí komin til ta niðurstøðu, at ein skúladepil í Klaksvík kundi bøtt uppá hetta.
- Ja, her kundi verið ein góður møguleiki at savna nakar av hesum kreativu skúlunum saman í ein einstakan depil. Tá vit nú hava ein so góðan tekniskan skúla her, kundi ein til dømis lagt henda skúlan í forlongilsi av skúlanum ella í nánd av honum.
- Hetta er sjálvandi ein hugsan hjá mær, men eg trúgvi at hetta kundi gjørt sítt til, at vit fingu eitt veruligt útbúgvingarumhvørvi her í Klaksvík, slær hon fast.
Í einum slíkum depli er møguleiki at skapa eina synergi-effekt, bæði hjá lærarunum, men so sanniliga eisini hjá næmingunum.
- Og eingin ivi er um, at ein við einum slíkum skúladepli hevði gjørt skúlagongdina munandi meiri áhugaverda, sigur Gunvá við Keldu.
Eldsálir
Enn eru hesi hugskotini hjá Gunvá bert hugskot á pappírinum, men hon sigur kortini, at tey hava verið uppi og vent í teirri politisku skipanini.
Sjálv hevur hon sína tilráðing um, hvussu ein skal arbeiða víðari við hesum og hvussu ein kann koma á mál. Og her koma royndirnar við teimum eldsálunum, sum frammanundan hava avrikað so nógv og ment býin til tað, sum hann er í dag.
- Tað sum ein nú eigur at gera, er at savna nakrar eldsálir sum brenna fyri at menna hetta økið, og at ein síðani fær felt nakað ítøkiligt niður á blað, og um hvussu ein hugsar sær at ein slíkan ætlan kann verða framd.
- Her kundi ein tikið fólk úr okkara kommunala øki, landspolitiskt og ikki minst úr tí fakliga økinum. Á henda hátt kundi ein fingið ta besta úrslitið burturúr, er Gunvá við Keldu sannførd um.
Samstarv hóast spjaðing
Ein av stóru trupulleikunum, tá talan er um skúlar í Føroyum, er plaseringin: Hvat skal tann og tann skúlin liggja?
Hetta dugir Gunvá við Keldu væl at síggja trupulleikan við, nú tekniskur skúli bæði er í Havn og í Klaksvík, og at ein nýggjur Fiskivinnuskúli í løtuni verður bygdur í Vestmanna.
- Hóast onkur vil kalla hetta forðingar at skúlarnir liggja spjaddir, ber eisini til at síggja møguleikarnar í hesum. Tí, hvat forðar skúlunum í at samstarva?!, spyr hon.
Eftir hennara sannføring eigur ein ikki at órógva ein skúla, tá hann nú einaferð er lagdur í eitt ávíst øki. Er hann lagdur á eitt stað, eigur hann at verða liggjandi har, soleiðis at komandi næmingar vita, hvar teir skulu í skúla.
- Eg gangi ikki inn fyri at ein skipar skúlarnar eftir eini zig-zag-loysn, bara soleiðis sum tann politiski hugsanin er tá. Men fekk ein lagdan ein skúla innan hotell- og matstovuøkið her í Klaksvík, so átti ein sjálvandi at kunna drigið Fiskivinnuskúlan í Vestmanna uppí undirvísingina, vísir Gunvá við Keldu á.
Eitt stað at búgva í
Ein avgjørt treyt fyri einum skúladepli og einum skúlaumhvørvi í Klaksvík er møguleikin hjá teimum ungu lesandi at kunna búseta seg í økinum.
Gunvá við Keldu hevur gjørt sær sínar hugsanir um bygging av einum bústaði til tey lesandi – einum kollegium, sum tað kallast.
- Eitt uppskot um eitt slíkt kollegium var frammi fyri eini 20 árum síðani. Eg meini, at tað liggur eitt mál um hetta í býráðnum, men eg veit ikki hvussu langt ein kom við tí.
- Men eg kann so altíð kanna málið, fyri at vita hvat grundarlag var fyri ætlanini, um tað bara var ein ætlan ella um eitt skitsuprosjekt varð gjørt. Ella um ein veruliga kom so langt sum til at gera eina kostnaðarmeting av eini slíkari bygging, greiðir hon frá.
Á Tekniska skúla er knýtt eitt skúlaheim, og Gunvá dugir tí væl at síggja møguleikarnar fyri at ein savnar ung, sum eru undir ymiskum útbúgvingum á einum og sama staði.
- Hetta hevði uttan iva skapt eitt munandi meiri áhugavert og tvørfakligt kollegium, sigur hon.
Nevnast kann haraftrat, at um so var at eitt slíkt kollegium verður bygt í nánd av Tekniska skúla so hava næmingarnir bert fáir hundrað metrar til svimjihøllina, ítróttarhallirnar, biograf og næstu handlarnar.