Savning av undirskrivtum ímóti byngjuhavn á Oyrareingjum

Theodor Joensen
á Oyrareingjum 90
FO-415 Oyrareingir

Undirritaði er ein av teimum, sum í seinastu viku skrivaði undir mótmæli hjá nýstovnaðari nevnd á Signabø.
Vísandi til innslagið í D&V sær út til, at eg havi undirskrivað skeivt mótmæli, og helst eru fleiri við mær villleidd.
Eg havi absolut ikki ætlað at mótmælt ætlanunum um bingjuhavn á Oyrareingjum, men hevði fatan av, at endamálið við undirskriftainnsamlingini var eitt annað.
Vit her á Signabø, Oyrareingjum, Inni á Firði, Langasandi og Millum Bóla, hava seinastu nógvu mánaðirnar verið plágað av svínaríi av russiskum skipum, og tað var hesum eg undirskrivaði mótmæli ímóti.
Her er eisini regluliga vitjan av bingjuskipunum hjá Samskip, men mær vitandi hava tey ongan órógvað óneyðuga her, og skulu tey vera hjartaliga vælkomin at flyta yvir í nýggju bingjuhavnina, ætlanin er at byggja.
Svínaríið sum hevur verið her, er at Tórshavnar Havn loyvir russiskum skipum at liggja her í dagar og vikur og umskipa, hetta gera tey við høvuðsmotorinum koyrandi við tí úrsliti, at fólk ikki sova, og at allur botnurin á fjørðinum dagliga liggur undir í tungoljuroyktoku. Hetta er svínarí, sum ongastaðni hoyrir heima. Til dømis liggur Barnagarðurin Millum Bóla javnan undir í nevndu royktoku, hetta samstundis sum eg ikki kann festa mær í inni á havnaskrivstovuni, men teir blunka ikki at tvangsinnleggja børnini her til roykeitran.
Hetta svínaríið skal halda uppat beinanvegin, og fari eg at heita á nevndina um at arbeiða fyri tí setninginum. Eg fari at skjóta upp, at Tórshavnar Havn fær eitt ultimatum, at undirskriva eina umhvørvisætlan fyri fjørðin her, har tílíkt svínarí verður forboðið. Verður hetta ikki gingið á møti, eiga tiltøk at setast í verk.
Hugsandi tiltøk kundi verið at parkera gamlar lastbilar (sum rúka illa) við motorinum í gongd nakrar nætur uttan fyri hjá Jónsvein Lamhauge, Leivi Hansen og Heðin Mortensen. Alternativt at brenna nakrar oljutunnur av, soleiðis at húsini hjá omanfyri nevndu kunnu liggja undir í oljutoku, so teir um ikki annað vita, hvat vit tosa um.
Alternativt kann problemið lýsast fyri útlendskum fiskakeyparum, cruisefeløgum og gestum osv. fyri at fáa hjálp at steðga hesum. Hetta svínaríið hevði ikki gingið nakra aðra staðni í verðini, og umberingarnar at "vit kunnu einki gera, teir eru á russiskari jørð, tá teir liggja við kei" kunnu tit gloyma alt um. Føroyar hava territorialvatn út á nakrar fjórðingar, og innan fyri tað eru tað føroyskir myndugleikar sum seta treytirnar, so kunnu teir ikki liggja við kei við sløktum høvuðsmotorum, latið so vera við at loyva teimum inn á firðirnar.
Eg vil eisini heita á Føroya Løgting at taka málið upp í sambandi við umhvørvispolitik. Tað kann væl vera, at vit ikki kunnu avmarka russiska dálking av atmosferini, men vit kunnu avmarka hesa dálking av lokaløkinum, sum nú gongur fyri seg, og verður hetta ikki tikið upp beinanvegin av røttu myndugleikum, so máa vit herfrá seta altjóða tiltøk í verk at steðga hesum.
PS! Vit minnast øll, hvussu Heilsufrøðisliga Starvsstovan steðgaði Vestlaks fyri nøkrum árum síðani av eini pumpu sum skuldi larma. Var sjálvur úti á altanuni og royndi at lurta eftir hesi pumpu, men hoyrdi hana ikki, og eingin eg havi tosað við her veit enn, hvat hetta var fyri óljóð Vestlaks bleiv steðgað fyri tá. Tí undrar tað stórliga, at Heilsufrøðisliga Starvsstovan ikki reagerar her, tá fimm býarpartar eru hildnir gíslar í hesum luft- og ljóðdálkingarmálinum.
Eg fari at heita á Heilsufrøðisligu Starvsstovuna um beinanvegin at steingja Barnagarðin Millum Bóla og tvinga komununa at flyta børnini í reint umhvørvi, inntil dálkingarmálið er loyst.
PPS! Eg havi einki ímóti russarunum, men bara dálkingini teir hava við sær.