Fyri hálvum øðrum mánaði síðani varð virksemið á fyritøkuni Ísbjørnin í Álakeri lagt stilt.
Framleiðslan skuldi leggjast um fyri at fáa meira burtur úr rakstrinum, og tí var fólkið sent til hús fyribils. Hetta arbeiðið er nú liðugt og mánadagin lat Ísbjørnin uppaftur.
Bjarti Mohr, stjóri á virkinum sigur, at framleiðslan nú er løgd um soleiðis, at produktskráin er einfaldari enn hon var áður.
? Tað skuldi havt við sær, at tað skuldi verið lættari at havt eftirlit við framleiðsluni og í síðsta enda at vit fingu meira burturúr, sigur stjórin.
Umleggingin hevði við sær, at Ísbjørnin skuldi leggja eitt nýtt framleiðsluupplegg fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og sum vera mann varrð hetta gjørt áðrenn virkið lat uppaftur. Vit spurdu stjóran um krøvini høvdu við sær eykaútreiðslur fyri virkið.
? Nei, tað høvdu tey ikki, men vit máttu gera nakrar broytingar soleiðis, at vit kundu lúka treytirnar.
Annars letur stjórin ikki illa at úrslitinum fyri í fjør, hóast virkið kundi tikið ímóti tvífalt so nógvari rávøru, sum tað veruliga gjørdi.
? Vit tóku ímóti 5-600 tonsum, men kundu tikið ímóti 12-1300.
Ísbjørnin turkar upsa og annað, sum síðani verður selt gjøgnum Faroe Seafood Prime.
Tað arbeiða eini 20-25 fólk á Ísbjørnini og tað er á leið tað sama, sum tað gjørdu áðrenn virkið lat aftur í desember.