Í summar leggur forsætisráðharrin í Lunsenburg, Jean-Claude Juncker, frá sær sum formaður í evrubólkinum og fundarleiðari, tá fíggjarmálaráðharrarnir í teimum 17 evrulondunum hava fund.
Financial Times skrivar í dag, at týski kanslarin, Angela Merkerl, er farin at egna fyri sínum fíggjarmálaráðharra, Wolfgang Schäuble (myndin), sum eftirmanni hjá Juncker. Tað skal hon hava orðað við teir ríkis- og stjórnarleiðarar, sum hon hevur hitt í seinastuni.
Keldur í Bruxelles siga við Financial Times, at Wolfgang Schäuble hevur góðar møguleikar at gerast formaður í evrubólkinum, men at avgerðin verður neyvan tikin fyrr enn aftan á franska forsetavalið. Sambært keldunum er franski forsetin Nicolas Sarkozy, ikki serliga fegin um uppskotið hjá Angelu Merkel, tí eftir hansara tykki fer tað at geva Týsklandi eina ov sterka støðu í evrubólkinum.
Sarkozy skal hava sagt, at tann komandi formaðurin eigur at vera úr einum av teimum evrulondunum, sum framvegis hava kreditmetingina AAA. Hesi eru Frakland, Finnland, Niðurlond og Týskland. Finski forsætisráðharrin, Jyrki Katainen, hevur longu sagt, at hann hevur ikki áhuga fyri starvinum.