Scholz vann helst týdningarmesta sjónvarpskjakið

Sambært kanning hjá ARD halda tey flestu, at Olaf Scholz úr SPD var tann mest sannførandi av valevnunum

 

Valevni hjá týska javnaðarflokkinum, Olaf Scholz, vann sjónvarpskjakið í kvøld, sigur meiningakanning. - Foto: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Valevni hjá týska javnaðarflokkinum, Olaf Scholz, vann sjónvarpskjakið í kvøld, sigur meiningakanning. - Foto: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix

Valevnið hjá týska javnaðarflokkinum, Olaf Scholz, gjørdist vinnarin í einum avgerandi sjónvarpskjaki millum tey trý fremstu valevnini í kvøld. Tað vísir ein skjót meiningakanning fyri sjónvarpsstøðina ARD beint eftir sendingina.

Í sjónvarpsuppgerðini millum fremstu valevnini – tann sonevnda »sjónvarps-triellin« – vóru Amin Laschet úr kristiligu demokratunum CDU og Annalena Baerbock úr umhvørvisflokkinum Teimum Grønu eins og Scholz úr SPD.

 

Sambært kanningini frá ARD hildu tey flestu (39 prosent), at Scholz var ta mest sannførandi valevnið. 26 prosent hildu hini bæði vera vinnarar.

Í kjakinum var framtíðar pensjónsaldur eitt av høvuðsevnunum.

Scholz segði, at ung fólk skulu hava trygd fyri framtíðar pensjónsaldri og fyri pensjónsstøðinum.

– Harumframt má tryggjast, at vit eisini hava fígging til pensjónir fyri kvinnur á arbeiðsmarknaðinum.

Laschet segði, at hann ikki kundi taka hesa útsøgn sum trygd fyri framtíðar pensjónviðurskfitum í álvara.

– Man kann ikki siga við fólk, sum í dag byrja á arbeiðsmarknaðinum, at tað verður, sum tað er. Man má í flokkunum vera klárur til at kjakast um framtíðar pensjónir, segði Laschet.

Hann legði eisini dent á, at tað skulu finnast betri viðurskifti fyri lutinum hjá vinnulívinum í privatum pensjónsuppsparingum.

– Eg vil vera ein samveldiskanslari, sum stendur fyri áliti, segði Laschet.

Hann lovaði eisini at arbeiða fyri veðurlagsneutralum, búskaparliga sterkum, sosialum og tryggum Týsklandi.

CDU-leiðarin segði til endans beinleiðis við sjónvarpshyggjararnar, at »vit hava nú kjakast í 90 minuttir, men tað snýr seg ikki um okkum, men um tykkum. Tað snýr álit seg um«.

Laschet var ágangandi, tá kjakið byrjaði, og royndi at máa støðið undan trúvirðinum hjá mótstøðumanninum úr javnaðarflokkinum.

Hann legði Scholz, sum er fíggjarmálaráðharri í Týsklandi, undir at hava svikið álit sítt í sambandi við hvítvaskingarskandalur.

– Um mín fíggjarmálaráðharri skuldi arbeitt sum tú, so høvdu vit havt álvarsamar trupulleikar, segði Lachet.

Scholz var róligur men sendi Laschet eitt ísakalt egnabrá og segði mótstøðumannin vera »óreiðiligan«, tí hann av órøttum hevði roynt at latið fólk skilja, at ein kanning var sett í verk á ráðharrastovu hansara. Sambært Scholz var bara talan um innsavnan av upplýsingum, tá løgreglan í síðstu viku møtti upp í ráðnum.

Laschet trýsti eisini Scholz í spurninginum um, hvørs hann for at skipa eina vinstrastjórn við teimum Grønu og tí sosialistiska Die Linke, sum er ímóti Nato og sera atfinningarsamt ímóti ES.

Scholz útihýsti ikki einum samstarvi við Die Linke, men segði, at tað var stórur munir á, og at ein slík samgonga hevði verið trupul. Hann segði, at tað má bíða til vit kenna valúrslitið.

Baerbock fekk undir kjakinum fram týdningarmestu evni hjá flokki sínum, sum umframt stríðið ímóti veðurlagsbroytingum hevur ein stórt sosialbúskaparligt endamál.

SPD hevur við Scholz á odda økt um munin í nýggjari meiningakanning, sum varð almannakunngjørd í Bild í dag. SPD stendur til at fáa 26 prosent av atkvøðunum – størsta undirtøka hjá flokkinum síðani 2017.

Í meiningakanningum, sum kanningarstovnurin Insa gjørdi fyri Bild am Sonntag, stendur Armin Laschet og konservativi vongurin at fáa 20 prosent av atkvøðunum, meðan Tey Grønu standa til at fáa 15 prosent.

Valið í týsklandi verður 26. september.

 

/ritzau/dpa

 

Valevni hjá týska javnaðarflokkinum, Olaf Scholz, vann sjónvarpskjakið í kvøld, sigur meiningakanning. - Foto: Michael Kappeler/Ritzau Scanpix