Schumacher harðliga taklaður

Formel 1

Sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher hevur vunnið í Monako fimm ferðir. Sunnudagin skal hann royna at vinna sættu ferð. Men spurningurin, ið fjølmiðlafólk og fjepparar spyrja, er, um Schumacher er 100% klárur. Sambært f1.com varð Schumacher harðliga taklaður av fyrrverandi franska liðskiparanum Didier Deschamps, tá teir spældu fótbólt fyrr í vikuni.

Michael Schumacher er fótbóltsleikari í frítíðini, og hevur fleiri ferð skipað fyri dystum fyri væl gerandi endamál. Hetta varð eisini gjørt fyrr í vikuni, tá eitt lið av fólki úr formel 1 heiminum spældi ímóti einum liðið av kendum, ið búgva í Monako.

Michael Schumacher er eitt sindur meislaður, men gleðir seg til at sleppa at koyra. Hann viðgongur, at koyringin verður trupul. Í Monako er sera torført at yvirhála, og smalu gøturnar loyva ongi mistøk. Tí er byrjunarstøðan sera avgerandi, og júst byrjunarstøðan hevur verið eitt tað veikasta liðið hjá Ferrari í ár.

Michael Schumacher, sum er 34 stig aftan fyri Fernando Alonso í kappingini um meistaraheitið, sigur, at hetta er ein avbjóðing, og at hann ongantíð hevði droymt um at givið upp.