Scillyoyggjarnar fyri triðju ferð

Um ein sigur Jannie Dam Jacobsen, so er tað ikki vist, at tey flestu vita, hvør hon er. Men um so róðurskvinnan á seksmannafarinum Jarnbardi verður lagt afturat, vita tey flestu í øllum førum at talan er um kappróður og eitt tað mest suverena seksmannafari við kvinnum seinastu tíggju árini

Jannie Dam Jacobsen venur í hesum døgum seks aðrar megnarkvinnur til at fara niður á Scillyoyggjarnar at rógva kapp. Hetta er triðju ferð, at Jannie verður millum tær 60 ella 70 róðurskvinnurnar, sum díkja á sínar rógvarar á Worldchampionship in Gig Racing á Scilly oyggjunum. Tær skulu avstað seinast í apríl, og kappingin er fyrsta vikuskiftið í mei. Tað er ein heilt øðrvísi kappróður enn vit føroyingar eru vanir við, men fyri Jannie er tað ikki fremmant longur.
- Eg haldi, at tað er sera rotið, at bert ein manning fer niður í ár, sigur Jannie, og her sipar hon til, at Róðrarsambandið broytti kappingarreglarnar soleiðis í fjør, at bert tann eina manningin sleppur á Scilly. Tað er óheppið, heldur Jannie, tí so er ongin at heppa, meðan tær rógva, og ongin hjá teimum at hyggja at og heppa á, tá menninir rógva teirra tein.
Fyrstu ferð kvinnurnar á Jarrnbardi luttóku á Scilly, tóku tær sjálvar stig til túrin og skaffaðu pengarnar.
- Túrurin kostaði um 100.000 krónur, og vit fingu nógvan stuðul, umframt at vit høvdu ymisk tiltøk. Vit búðu ikki líka fínt, sum hin manningin tá, men vit búðu væl og høvdu tað gott, greiðir Jannie frá. Og her kann líka skoytast uppí, at Jarnbardur tað árið fekk tað frægasta úrslitið nøkur manning yvirhøvur hevur fingið í hasi kappingini. Tær endaðu á einum fimtaplássi, og tá skal hugsast um, at yvir 60 bátar luttaka.

Ikki við í ár
Jannie var 15 ára gomul fyrstu ferð, hon sessaðist afturi í rong á Jarnbardi.
Hetta var í 1996, og tað árið gjørdust tær nummar tvey í heimligu kappingini. Men eftir tað fingu tær veruliga vind í seglini og gjørdust føroyameistarar í 1997, 1999, 2000 og 2002.
- Tað er onki so gott sum at gerast føroyameistarar í kappróðri, men líka so ringt er tað samstundis at tapa, sigur Jannie og leggur afturat, at tá tær á Norðoyastevnu í 2001 gjørdust nummar fýra, var tað fyrstu ferð, síðani hon byrjaði, at hon ikki fekk eitt heiðursmerki um hálsin.
- Tað var ein niðurtúrur, sum eg seint fari at gloyma. Eg var bara so kedd, minnist hon aftur á. Tað árið var ikki so gott hjá teimum, men árið eftir varð gamli Jarnbardur skiftur út við ein nýggjan, og á Ólavssøku 2002 høvdu tær aftur vunnið allar sjey róðrarnar í einum kappingarári og kundu sum føroyameistarar aftur gleðast um, at tær høvdu vunnið sær pláss í kappingini á Scilly í 2003.
Jarnbarda kvinnurnar eru nú farnar hvør í sína ætt, onkrar eru farnar niður í lestrarørindum, so báturin er ikki mannaður í ár.
- Eg hevði so gott kunnað hugsað mær at verði við aftur í ár, men eg eri farin av, tí allar hinar eru vekk, sigur Jannie, sum er formaður í róðrarfelagnum Knørri. Og hon leggur at enda afturat, at um onkur hevur hug at manna bátin, so er bara at siga frá.

Navn:Jannie Dam Jacobsen
Føðingardagur:30.07.1980
Starv:Skrivstovukvinna á Toll og Skatt
Hvat vildi tú verða, tá
tú vart lítil, tá tú vart stór:Tannlækni