Scolari nýggjur Chelsea-venjari

So er nýggi Chelsea-venjarin funnin. Gitingarnar hava verið nógvar, síðan Avram Grant varð koyrdur úr starvinum fyrr í ár. Hesar gitingar fingu ein enda, tá ið Chelsea í tíðindaskrivi í dag boðaði frá, at tað verður 59 ára gamli Luiz Felipe Scolari, sum skal venja Chelsea framyvir. Scolari hevur seinastu fimm árini verið venjari hjá Portugal. Hvørki hann ella Chelsea vilja upplýsa nakað nærri fyrr enn EM-endaspælið er liðugt.