Dysturin millum Portugal og Kekkia, sum verður á Stade de Genéve Leikvøllinum byrjar kl. 17. Bæði liðini komu væl frá byrjan um vikuskiftið. Kekkia vann 1-0 á Sveis, og Portugal vann 2-0 á Turkalandi. Portugisiski venjarin, Luiz Felipe Scolari ætlar, at Portugal skal tryggja sær sætið í fjórðingsfinaluni við einum sigri á Kekkia í dag. ?Vit hava fult álit á egnan mátt, vónandi klára vit at spæla eins vakran fótbólt, sum vit gjørdu ímóti Turkalandi, so er púra víst, at vit vinna okkum í fjórðingsfinaluna. Vit eru longu nú væl á veg, og hava vit 6 stig í kvøld, so skuldu vit verið har.? Sigur Luiz Felipe Scolari. ?Vit undirmeta ikki Kekkia, vit hava nógva virðing fyri teimum. Hesin dysturin fer at verða nakað torførari, enn dysturin ímóti Turkalandi. Kekkia hevði nógvar trupuleikar í dystinum ímóti Sveis, men tað hevur einki at siga, tá dysturin er byrjaður.? Sigur portugisiski miðvallarspælarin, Deco.