Sea Shepherd: Columbus komin á Havnina

Løgreglustøðin í Havnini váttar nú, at teir fyri løtu síðani tóku ímóti Columbus, skipinum hjá Sea Shepherd, sum skal ganga á odda í krígnum móti grindadrápi.

 

Løgreglustøðin í Havnini váttar nú, at teir fyri løtu síðani tóku ímóti Columbus, skipinum hjá Sea Shepherd, sum skal ganga á odda í krígnum móti grindadrápi. 

 

Fyri løtu síðani kom nógv umrødda skipið Columbus á Havnina við fleiri Sea Shepherd limum í. 

 

Av løgreglustøðini í Havn siga tey, at alt var í lagið umborð á Columbus, og at Sea Shepherd fólkini hava uppført seg pent higartil.