- Eg hevði fingið ta fatan, at Føroyar var eitt land við 45.000 ómenniskjum. Men nú síggi eg, at tað passar ikki.
Ein av fremstu oddafólkunum í Sea Shepherd, Lamya Essemlali, sum er høgra hond hjá Paul Watson, ásannar einaferð enn í einum nýggjum filmi um grindadráp í Føroyum, at hon hevur mistikið seg í síni uppfatan av føroyingum.
- Føroyingar eru av blíðastu fólkum í verðini, sigur hon í filminum, sum er givin út bent nú.
- Sjálvt summir av grindamonnunum eru av fittastu fólkum, leggur hon afturat.
Hinvegin staðfestir hon enn einaferð, at eftir hennara tykki er grindadráp ómentað og endamálsleyst.
Men hon hevur nú fingið eina aðra áskoðan á, hví føroyingar drepa grind.
- Eg haldi, at tey felstu, sum gera grind, gera tað tí tað er gomul mentan.
Men hon vónar, at tann dagur kemur, tá ið føroyingar ásanna, at teir verða ikki minni føroyingar, hóast teir gevast at drepa grind, leggur hon afturat. Hon hevur áður sagt við www.in.fo, at hon er fullgreið yvir, at tað fer ikki at henda frá degi til dags.
- Men eg veit eisini, at tað verður ikki frá degi til dags og at vit fáa føroyingar at taka boðskap okkara til eftirtektar.
- Tað krevur eina grunddleggjandi broyting í føroyska samfelagnum og tað tekur sína tíð, so tað kann taka 5-10 ella 15 ár at gea enda á grindadrápinum, sigur Lamya Essemlali.
Í nýggjasta filminum, verður eisini tosað við nógvar føroyingar um grind.
Síggj filmin, sum varðar ein hálvan tíma við at trýsta HER