Nýggja grindalógin, ið løgtingið samtykti í summar, skal nú standa sína roynd.
Jógvan Páll Lassen, ið er verji hjá Sea Shepherd í Føroyum, upplýsir fyri in.fo, at tey bæði handtiknu verða ákærd fyri brot á §9 í grindalógini. Tey verða ákærd fyri ikki at hava aktað boðum frá myndugleikanum.
Tey bæði handtiknu, Susan Larsen og Tom Strerath, verða leyslatin seinni í dag, men passið verður tikið frá teimum, so tey ikki fáa rýmt av landinum.
§9 í Grindalógini staðfestir fylgjandi:
§9. Øll, sum eru í grind á sjógvi ella landi, hava skyldu at lýða áheitanir, fyriskipanir, boð og forboð frá sýslumanni, grindaformanni ella øðrum heimilaðum persóni, sum sambært hesi løgtingslóg ella kunngerð við heimild í hesi løgtingslóg ella aðrari lóg, hevur myndugleika at fyriskipa grindadrápi og at áseta skilhaldsreglur í hesum sambandi.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er samsvarandi galdandi fyri persónar, sum ikki taka lut í sjálvum grindadrápinum, men sum við gerðum ella óvirkni órógva, darva ella forða fyri, at grindadrápið kann ganga sína vanligu gongd.