Sea Shepherd hevur ongantíð bjargað nøkrum hvali

Jógvan Páll Lassen heldur lítið um rættarmálið móti teimum fýra, sum vóru handtikin í samband við grindadrápið í Bø 23. juli í fjør.

 

Royndi grindamaðurin er sannførdur um, at tað hevur als onga ávirkan á eina grind, sum verður rikin av 50 bátum, at ein persónur rennur út í sjóvarmálan framman fyri grindina.

- Tað er tað reina møsn, at ein einsamallur maður ella kvinna, skal fáa eina grind at snara. Sea Shepherd hevur ongantíð bjargað nøkrum hvali á hendan hátt, sigur hann.

 

Hann heldur, at um ikki rætturin avvísir alt málið, so eiga bøturnar at vera nógv lækkaðar. 

 

Hann vísir á, at tey bæði í gummibátinum, sum verjin ferð eftir ferð nevndi Gummi-Tarzan, ikki sigldu móti grindini, men parallellt við grindina, inn móti Sørvági. Gamaní vóru tey komin inn í grindaøkið, men einans tí at tangenturin rakti eitt sindur ov langt inn í sirkulin, ikki tí at tey sigldu tvørtur um.

- Tað er láturligt, at tey skulu fáa 60.000 krónur í bót fyri eina sovorðna bagatellu, segði verjin.

 

Tað sama var galdandi fyri tey bæði, sum vóru handtikin á strondini.

- Maðurin rann ikki út og royndi at forða drápinum. Hann vendi sær móti mannamúgvuni og setti teimum nakrar spurningar. Tað hevði onga ávirkan á drápið. Kvinnan kom ongantíð í nær námind av sjóvarmálanum, so vit vita als ikki, hvat hon í veruleikanum ætlaði. Ein bót upp á 25.000 krónur er tí fullkomiliga burturvið, segði Jógvan Páll Larsen.

 

Jógvan Páll Lassen hevur tó hug at rætta Sea Shepherd eina tøkk fyri at hava broytt føroyska grindadrápið.

- Tær broytingar, sum eru hendar í drápinum seinastu árini, eru eina og aleina komnar orsaka av trýstið uttaneftir. Uttan tey, vildu vit enn nýtt hvalvákn at stinga grindina við, eins og vit gjørdu fyri 30 árum síðani, sigur hann.