Í allan dag fer Føroya Rættur at viðgera ákærurnar ímóti átta fólkum hjá Sea Shepherd, sum vórðu handtikin eftir grindadrápið á Sandi seinast í august.
Seks fólk frá Sea Shepherd eru longu burturvíst. Her var talan um fólk á landi, men tey, sum nú eru í rættinum, vóru tey, sum vóru við teimum trimum skjóttgangandi bátunum, sum løgreglan legði hald á. Talan var um átta fólk, men eitt av teimum er farið av landinum.
Sostatt eru sjey fólk eftir sum skulu avhoyrast og tað fer at taka tað mesta av degnum, tí alt skal tulkast, so at tey skilja tað, tey verða spurd um og dómari, verji og ákæri skilja tað, tey svara. Fyribils eru trý fólk avhoyrd og fýra fólk skulu avhoyrast afturat. Í hesum sambandi verður roynt at finna greiði á, hvat teir skjóttgangandi bátarnir verða brúktir til. Sea Shepherd fólkini vildu ikki siga, at endamálið við bátunum er at reka grind frá landi, men ákærin ætlar at spæla videobrot fyri at vísa tað øvugta.
Skiparin á tí eina Bátinum, Loke, sigur, at hann visti um, at fremmandi bátar skuldu ikki nærri grindadrápi enn ein fjórðing, men at teir komu ikki inn um fyrrenn drápið var liðugt. Tí helt hann ikki, at try høvdu gjørt nakað skeivt.
Tað skilst, at ætlanin er at leggja hald á teir tríggjar bátarnar hjá Sea Shepherd, eins og ætlanin er at royna at fáa tey átta fólkini víst av landinum og at geva teimum innferðarbann í eitt ár, ella so.
|