Sea Shepherd koyrir á løgregluna í Føroyum

Tey ringja dúgliga til løgregluna um alt ímillum himmal og jørð

Fólk frá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd ansa ikki bara eftir grind, nú tey eru her í Føroyum.

Tey brúka nógva tíð upp á at ringja til løgregluna at boða frá øllum handa slagi, sum tey halda, ikki er, sum tað eigur at vera.

Ein dagin ringdi tey og boðaðu frá onkrari undrunarsamari dálking – sum vísti seg at vera avlopsmjólk, sum var runnið ígjøgnum kloakkirnar, og á sjógv.

Annars ringja tey og boða frá, at nú hava tey sæð ein enda í sjónum, ella ein boyðu, og so vilja tey hava at vita, hvør tekur sær av tí, sigur løgreglan.

Ein dagin ringdu tey at boða frá oljudálking á sjónum á Langasandi. Tað varð kannað, men sløkkiliðsfólkini mettu, at talan var um minni enn ein desilitur av olju.

Og ein annan dagin ringdu tey og boðaðu frá, at tey høvdu sæð eina nýsu á Borðoyarvík, men tey hildu, at ein bátur mundi hava siglt á hana, tí hon sá út til at vera ússalig.

Tey vildu hava djóralækna at kanna málið, men løgreglan fekk greitt teimum frá, at tað bar so ikki til.

 

Annars er stóra skipið, Sea Shepherd hevur havt í Føroyum í eina tíð nú í summar, Sam Simon, at veg til Hetlands. Hann fór úr Føroyum í gjár og verður í Lerwick nú seinnapartin.