Sea Shepherd í kríggj við føroyska alivinnu

- Spjaða vitleysan illgruna um føroysku alivinnuna úti í verðini

- Eta fólk í roynd og veru eisini grind, tá ið tey eta alilaks í Føroyum?

 

Hetta er tann høpisleysi illgrunin, illa umstríddi felagsskapurin, Sea Shepherd nú roynir at sáa niður í fólk.

 

Sea Shepherd, er nú farin undir eina nýggja herferð ímóti føroyingum. Men ímeðan tey hesi bæði undanfarni árini hava havt bæði bátar og fólk í Føroyum, leggja tey á heilt annan bógv í ár.

 

Tí eru tey farin undir eina herferð við tí endamáli at fáa fólk at boykotta føroyskar vørur og ikki minst er tað krútsterka alivinnan í Føroyum, sum stendur fyri skotum.

 

Og ein týðandi táttur í hesi atsóknini ímóti føroyingum, er at koma føroysku alivinnuni í so ringt orð, at fólk skulu fara at halda uppat at keypa føroyskan laks.

 

Paul Watson heldur seg vita fyri vist, at minst triðingurin av allari grind, sum verður dripin, hvørvur niður ímillum skins og hold onkustaðni.

 

Tað heldur hann seg prógva við páhaldinum um, at eitt heilsufrøðiligt tilmæli er, at føroyingar eiga í mesta lagi at eta 250 gramm av grind um mánaðin, og harafturat er tað annarhvør føroyingur, sum ikki etur grind.

 

- Sostatt kunnu føroyingar ómøguligt eta alla grindina, sum verður dripin, hevur oddvitin í Sea Shepherd roknað seg fram til.

 

Men hann staðfestir samstundis, at tað ber ikki til at fáa greiði á, hvat verður av restini, og tí hevur hann spurt øll tey trý alivirkini um tey brúka grind at fóðra laksin í alibrúkunum við. Men hann staðfestir, at ongin av alarunum hava svarað honum aftur.

 

- Spurningurin er um fólk úti í heimi í roynd og vera eta grind, tá ið tey setta tenninar í ein føroyskan alilaks, ljóðar høpisleysi illgrunin hjá Paul Watson.

 

Men fyri at tryggja seg, skoytir hann uppí, at hann hevur ongi prógv fyri, at føroyskur alilaksur verður fóðraður við grind.

 

-  Eg haldi, at tað eru rættiliga stór sannlíkindi fyri, at fólk runt um í verðini, uttan at vita tað, eta laks sum er fóðraður við grind, sum er malin og blandað upp í alifóðuri, skjýtur hann eftir føroyingum.