Sea Shepherd manglar pening

At løgreglan hevur lagt hald á so nógva útgerð hjá Sea Shepherd ger nú, at felagsskapurin er farin at savna pening inn til nýkeyp.

Løgreglan í Føroyum hevur verið nógv meiri ágangandi við at leggja hald á útgerð hjá Sea Shepherd í ár í mun til í fjør.

 

Løgreglan hevur lagt hald á ein bát sum hoyrdi til Sam Simon, meðan skotskir myndugleikar løgdu hald á skjóttgangandi bátin, sum órógvaði grindina í Sandavági. Harumframt hevur løgreglan lagt hald á nógva aðra útgerð hjá felagsskapinum, millum annað Go pro videotól.

 

Hetta tykist hava rakt felagsskapin í ávísan mun, tí nú er felagsskapurin farin undir eitt nýtt átak fyri at savna pening inn til nýggja útgerð. 

 

Harumframt hevur løgreglan enn Spitfire-bátin, sum hald varð lagd á í Nólsoyarfirði í fjør, í varðveitslu.

 

Føroya Rættur hevur sagt, at løgreglan ikki hevði heimild at leggja hald á bátin, men ákærumyndugleikin hevur kært hesa avgerðina, og tí er báturin enn í varðveitslu hjá løgregluni, inntil Eystari Landsrættur hevur viðgjørt málið. 

 

Annars eru skipini hjá felagsskapinum, Sam Simon og Bob Barker, komin aftur til Føroya, eftir at tey her fyri vóru í Hetlandi og bunkraðu.