Sea Shepherd onki fingið burtur úr í ár

Hesa ferð eru tey ikki sloppin at stýra viðurskiftunum í Føroyum

- Vit hava dugað sera væl at taka Sea Shepherd í ár.

Tað heldur Hans Jacob Hermansen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum.

 

Sea Shepherd hevur aftur verið í Føroyum í alt summar í eini roynd at forða fyri grindadrápi.

 

Føroyaferðin hjá teimum í ár er miseydnað, tí tær grindir, sum hava verið í summar, eru dripnar, tær heva verið seks í tali. Í fjør var ein grind ímeðan Sea Shepherd var her, hon var á Sandi og hon varð eisini hildin til.

 

Hans Jacob Hermansen heldur, at høvuðsorsøkin til, at felagsskapurin einki hevur fingið burtur úr í ár, er tann, at í ár eru tey ikki sloppin at stýra tí, sum er hent, - ella skuldi henda.

 

Hald er lagt á teir skjóttgangandi bátarnar so hvørt, enntá varð hald lagt á ein bát í Hetlandi. Samstundis hava heldur ikki havt so nógv fólk á landi, sum í fjør.

 

- Nýggja grindalógin hevur avgjørt havt sín týdning, tí hon hevur hon víst, at rætti vegurin at ganga, er at gera lógir, sum forða teimum at virka her í Føroyum.

 

Tað eina skipið hjá Bob Barker, fekk boð um at halda seg uttanfyri 12 fjórðingar, men tey boðini hava tey ikki aktað.

 

- Hann hevur siglt nógv innanfyri og tað er bara fyri at provokera. Men løgreglan hevur ikki bitið á, so tey hava ikki fingið tað, sum tey hava viljað.

 

- Løgreglan hevur ikki latið seg provokerað til nakað sum helst og tað er ein taktikkur, sum hevur eydnast sera væl.

 

- Løgreglan hevur verið fyrimyndarlig í stríðnum ímóti Sea Shepherd í ár, og eg haldi eisini, at almenni ákærin, Linda Hesselberg, hevur gjørt eitt megnar arbeiðið at seta limir í Sea Shepherd, sum hava brotið lógina, til svars fyri lógarbrotini, sigur Hans Jacob Hermansen.

 

Hann heldur, at nú skuldi næsta stigið verið at hert grindalógina, so at skipini hjá Sea Shepherd ikki sleppa inn um 12 fjórðingar – og at tey ikki skulu fáa nakrar veitingar í Føroyum, uttan tá ið tað stendur um lív ella heilsu.

 

Tað merkir, at tey skulu ikki fáa proviant í Føroyum og hvørki sleppa at bunkra olju ella vatn, heldur nevndarlimurin í Grindamannafelagnum.