Sea Shepherd provokerar smábátar

Ein maður úr Klaksvík, sum var á floti leygardagin, fekk sín lívs hvøkk, tá hann mundi verið niðursigldur av einum av Sea Shepherd

Ein maður úr Klaksvík, sum var á floti leygardagin, fekk sín lívs hvøkk, tá hann mundi verið niðursigldur av einum av Sea Shepherd.

 

– Eg var staddur ein fjórðing suður úr Borðoyanesi, tá eg sá, at eitt skip hevði beina kós ímóti mær.

 

Tað sigur Jákup Antoniussen úr Klaksvík, sum var á floti við sínum tíggjumannafari. Hann sigur, at talan var um annað skipið hjá Sea Shepherd, annaðhvørt Sam Simon ella Bob Barker.

 

Báturin hjá Jákupi Antoniussen lá stillur, meðan hann fiskaði – og Jákup sær, at Sea Shepherd skipið hevði beina kós ímóti sær.

 

 

Trýst HER og les um, tá ið Sea Shepherd var um reppi at sigla útróðrarmann í Havn, niður 

 

 

– Eg sá skipið koma undan Stongini, og eg sá eisini at báðar mastrarnar fluktaðu, og at skipið hevði beina kós ímóti mær. Eg hevði tá hoyrt um støðuna, sum Carl August Arge, útróðrarmaður úr Havn, hevði verið í í Nólsoyarfirði dagin fyri, sigur Jákup Antoniussen. Eg vildi ikki koma í somu støðu, og tí startaði eg motorin og setti fulla ferð á móti landi, sigur hann.

 

Men tá Jákup fór at sigla, skifti Sea Shepherdskipið kós. Skipið sigldi síðani inn í Leirvíksfjørð, og tí er hann vísur í, at tað heilt víst var fyri at provokoera, at skipið fyrst setti kós ímóti sær.

 

 

Les eisini: Fleiri vitni til dramatiska hending í Nólsoyarfirði í gjár

 

 

Jákup Antoniussen boðaði MRCC frá tilburðinum, og teir kundu vátta, at skipið hjá Sea Shepherd hevði siglt har á leiðini, og var tá farið inn á Gøtuvík.

 

– Eg plagi ikki at vera bangin á sjónum, men eg gjørdist sera skakkur av hesum tilburðinum, og eg kom ikki fyri meg aftur fyri dagin, sigur Jákup Antoniussen, sum heldur tað vera nógv fyri, at skip hjá Sea Shepherd sleppa at sigla í føroyskum sjóøki við einum endamáli: At gera fortreð!