Sea Shepherd skip farið úr Føroyum

itt skip er farið og ein týskur sjónleikari er komin til Føroya at mótmæla grind

Sea Shepherd er ikki fullmannað í Føroyum longur. Umhvørvisfelagsskapurin hevur havt trý skip í Føroyum seinastu tíðina.

 

Men um vikuskiftið fór eitt teirra, Bob Barker, úr Føroyum og setti kós ímóti Hetlandi, hagar hann kom seinnapartin í gjár.

 

Bob Barker skuldi koma til Føroyar fyrst í juni, men hann varð nógv seinkaður. Sambært Sea Shepherd setti hann kós ímóti Føroyum, men mátti venda við aftur, tí hann fekk maskinskaða.

 

Hann kom tískil ikki til Føroya fyrrenn fyri eini góðari viku síðani. Men tá stóð løgreglan fyri teimum og noktaði manningini í land og bað skipið fara út um 12 fjórðingar.

 

Har hevur hann so hildið seg til nú um vikuskiftið, hann setti kós ímóti Hetlandi og hann kom til Lerwick seinnapartin í gjár.

 

Annars sigur Sea Shepherd, at tríkiljan, Brigitte Bardot framvegis heldur vakt í Føroyum.

 

Eitt triðja skip, Sam Simon, hevur eisini verið her, men honum hevur einki verið at frætt frá í langa tíð.

 

Hinvegin hevur felagsskapurin fingið týska sjónleikaran, Anne Menden, at koma til Føroyar at mótmæla grind. Hon hevur ikki gjørt serliga nógv um seg sum sjónleikari, men hevur spælt í eini sjónvarpsrøð, sum á enskum eitur Good Times, Bad Times.