Nú Sea Shepherd hevur verið í Føroyum í alt summar, hava myndugleikarnir ikki tikið neyðugu ábyrgdina á seg.
Tað heldur Elin Brimheim Heinesen, samskiftisráðgevari, í eini grein á Facebook vangamyndini hjá føroyskum miðlafólkum.
- Tað, sum undrar meg, er, at man bara hevur valt at blaka handklæðið í ringin frá almennari síðu, sigur hon.
Les eisini: Sea Shepherd í Løgtingið í morgin
Tað, Elin Brimheim Heinesen serliga setir spurnartekin við, er tann lemjandi passiviteturin, og tann fullkomni mangulin uppá eina orðaða miðlastrategi hjá almennu Føroyum, nú Sea Shepherd er í landinum.
Hon staðfestir, at hetta fer ikki at enda í bræði, sama hvør hevur rætt ella ikki. - Trýstið uttanífrá fer at halda fram, so leingi sum føroyingar halda fast í at drepa grind. Altjóðagerðin hevur gjørt sína innreið. Føroyingar sleppa ikki at liva, sum um teir ikki eru partur av restini av heiminum longur, sigur hon.
Hon heldur, at tað ber ikki til heilt at sleppa undan vánaligari umrøðu í útlendskum miðlum. Men tað minsta føroyingar noyðast at gera, er at tryggja so væl sum gjørligt, at føroysku argumentini eisini fáa rúm, og at tey eru fullkomiliga í ordan, so at vánaliga miðlaumrøðan og skaðin, ið stendst av hesum, ikki verður størri, enn hann noyðist at vera.
Elin Brimheim Heinesen heldur, at er ógjørligt at byrgja fyri øllum lygnunum hjá Sea Shepherd og øðrum.
Men sleppa ræðusøgurnar at standa einsamallar, er vandin, at eisini miðlar, sum vera tiknir í álvara, og sum fólk hava álit á, bera hesar søgur fram, sum um tær eru einasti sannleikin.
Hon vísir á, at nú áhugin hjá miðlunum er so stórur og almennu Føroyar ikki hava fyrireikað seg til tað á nóg professionellan hátt, tvingar hetta miðlafólkini til at venda sær til vanligar føroyingar at spyrja um hesi evni. - Og tá almennu Føroyar ikki átaka sær ábyrgdina, missa fólk álitið á myndugleikarnar og átaka sær sjálvi ambassadørleiklutin.
- Miðlafólkini hava lisið og sæð ræðusøgurnar og seta sjálvandi kritiskar spurningar. Úrslitið er, at nógv av spurdu leikfólkunum enda í eini verjustøðu, har tey kenna seg noydd at verja Føroyar móti tí, sum nógv fata sum ágang uttanífrá.
Men Elin Brimheim Heinesen heldur, at verri enn so øll koma serliga gott frá hesum, tí tey eru als ikki von við at tosa við altjóða miðlar, umframt at nógvir føroyingar vita alt ov lítið um tað, tey tosa um.
- Tí kemur tað meira enn so fyri, at føroyingar verða fangaðir í mótsøgnum og í at siga nakað tvætl, sum einki hevur við veruleikan at gera. Hetta kemur aftur um brekkur og er sera skaðiligt fyri trúvirðið hjá føroyingum sum heild, sigur Elin Brimheim Heinesen.
- Við sínum passiviteti og handlingslammilsi viðvirka almennu Føroyar til, at tilvildarlig útlendsk miðlafólk fullkomiliga sleppa at stýra miðlamanesjuni, leggur hon afturat.
- Samstundis sleppa misvísandi søgur at standa ósvaraðar í áravís, tí almennu Føroyar gera einki fyri at avsanna tær. - Tann, sum tegir, samtykkir jú, so hvat skulu onnur trúgva? spyr hon.
|