Rasmus Seebach gjørdist tann heilt stóri vinnarin í gjárkvøldið, tá tónleikaviðurslønir blivu latnar á stóra tiltakinum Danish Music Awards í Forum í Keypmannahavn.
Tá showið var liðugt, kundi Seebach fara heim við ikki færri enn fýra viðurslønum og bleiv harvið mest vinnandi tónleikarin á ársins DMA.
Rasmus Seebach vann viðurslønininar Ársins danska listafólk hjá monnum, Ársins poppútgáva, Ársins publikumviðursløn og Ársins danski sangskrivari.
Ein annar bólkur, sum kláraði seg væl á Danish Music Awards í gjárkvøldið, var Malk de Kojn, sum vunnu heiðurslønirnar Ársins danska útgáva, Ársins live-bólkur og Ársins danska urban-útgáva.
Eisini hjá Aura Dione, sum føroyingar kunnu uppliva á Voxbotn 2013, gekst væl. Hon gjørdist Ársins danska listafólk hjá kvinnum, og so vann hon eisini heiðurslønina Ársins hitt við sanginum Geronimo.
Niðanfyri síggjast allir vinnararnir á Danish Music Awards 2012:
Årets Danske Album: Malk De Koijn Toback to the Fromtime
Årets Nye Danske Navn: Lukas Graham
Årets Danske Gruppe: When Saints Go Machine
Årets Danske Sangskriver: Rasmus Seebach, Nicolai Seebach og Lars Ankerstjerne for Mer End Kærlighed
Årets Danske Kvindelige Kunstner: Aura Dione
Årets Danske Mandlige Kunstner: Rasmus Seebach
Årets Danske Hit: Aura Dione Geronimo
Årets Danske Live Navn: Malk De Koijn
Danish Music Awards Ærespris 2012: Thomas Helmig
Årets Publikumspris: Rasmus Seebach
Årets Nytænker (Spotifys innovationspris): Christopher
Årets Danske Rockudgivelse: Spleen United School of Euphoria
Årets Danske Popudgivelse: Rasmus Seebach Mer End Kærlighed
Årets Danske Urbanudgivelse: Malk De Koijn Toback to the Fromtime
Årets Danske Voxpopudgivelse: Sebastian Øjeblikkets Mester
Årets Danske Club-udgivelse: Shaka Loveless Tomgang
Årets Danske Producer: When Saints Go Machine for Konkylie
Årets Danske Musikvideo: Shaka Loveless Tomgang (Instruktør: Amdi Niss-Espinoza)
Årets Internationale Album: Lana Del Rey Born to Die
Årets Internationale Hit: Gotye Somebody That I Used to Know