Higartil er líkt til, at Manchester United gjørdi kvettið í summar, tá ið felagið heintaði 34 ára gomlu superstjørnuna, Zlatan Ibrahimovic, fyri onki. Orsøkin til, at United fekk Zlatan ókeypis var, at sáttmáli hansara við franska Paris Saint-Germain var útgingin.
Zlatan Ibrahimovic er byrjaður framúr væl í nýggja felagi sínum, tí at í hansara fyrstu fýra dystum hevur hann skorað fýra mál.
Zlatan Ibrahimovic sigur við bretskar miðlar, at hann áður hevur havt møguleikan at komið til Premier League, men tá hevur hann sagt nei.
- Eg havi áður takkað nei til bæði Arsenal og Manchester City, sigur Zlatan Ibrahimovic.
Svenski áleyparin leggur eisini dent á, at ein stór orsøk til, at hann valdi at fara til Manchester United var, at venjarin hjá felagnum er José Mourinho, sum Ibrahimovic áður hevur samstarvað við í italska Inter.
- Mourinho veit hvat skal til fyri at vinna. Eg lærdi nógv av honum í Inter. Hvør hevði ikki ynskt Mourinho sum venjara?, sigur Zlatan Ibrahimovic at enda við bretskar miðlar.
Tað var í 2000, at Arsène Wenger vildi hava ein 18 ára gamlan Zlatan Ibrahimovic til felagið. Tá var Zlatan ein ungt talent, ið spældi við svenska Malmø FF, og tískil vildi Wenger ikki bjóða Zlatan meira enn eina royndarvenjing. Aftursvarið hjá Zlatan Ibrahimovic var soljóðandi: "Zlatan doesn't do auditions".
Restin er søga.