Seiggið er stórt í meistarunum

Kvinnur: Í dag var um reppið, at KÍ misti í tøttu FM kappingini við EBS/Skála, sum í gjár vann tepran sigur ímóti uppflytara

mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Tað er heilt spennandi kapping um FM heitið í kvinnufótbólti. EBS/Skála og KÍ hava leingi kappast borð um borð, og soleiðis er støðan eisini, nú 16. umfar hevur verið um vikuskiftið.

 

Í gjár varð tað nógv meiri spennandi, enn støðutalvan legði upp til, at tað fór at verða, tá ið EBS/Skála við Margáir hevði vitjan av 07 Vestur. Meðan EBS/Skála undan umfarinum hevði 33 stig, so hevði 07 Vestur níggju stig.

 

EBS/Skála vann 1-0, og tað ber boð um, at talan var um spennandi dyst. Einasta málið skoraði landsliðsspælarin Lea Lisberg við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

 

Týskvøldið vann B36 grannauppgerð ímóti HB 3-1. Tíðliga seinnapartin í dag var aftur grannauppgerð í Gundadali, og nú endaði HB omaná. Úrslitið var 2-0. Astrid Mittfoss setti miðskeiðis í fyrra hálvleiki hol á, og seks minuttir undan dystarloki staðfesti Kára Djurhuus 2-0 HB sigurin.

 

Seint seinnapartin hittust Víkingur og KÍ í Sarpugerði. Týskvøldið vann KÍ 4-1, tá ið Víkingur var í Klaksvík. Í dag vann KÍ aftur, men talan var um stóran dramatikk og spenning, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og KÍ fegnaðist um 3-2 sigur.

 

KÍ og EBS/Skála hava nú 36 stig í part, og KÍ málmunurin er +43, meðan hann hjá EBS/Skála er +22.

 

Eina løtu sá tað einki út hjá KÍ í Gøtu í dag. Tað var, tá ið støðan var 2-2, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Víking og vísti Ragnu Patawary reyða kortið fyri at hava nýtt neyðbremsuna ímóti Hannu Isaksen Højgaard. Tá restaðu átta minuttir. Liðformaðurin hjá Víkingi Marita á Fríðriksmørk royndi seg úr 11 metrum, og hon sendi bóltin omanfyri málið aftanfyri Óluvu Allansdóttir Joensen í KÍ málinum.

 

Tríggjar minuttir seinni skoraði Maria Biskopstø tað, sum vísti seg at vera 3-2 sigursmálið hjá KÍ. Eftir innkast í høgru og innlegg eydnaðist tað Mariu at snara um seg sjálva og umvegis tvørtræið at senda bóltin í málið.

 

Hetta var annað málið hjá Mariu, sum var rættiliga eyðsýnd. Hon legði tíggju minuttir undan steðginum KÍ á odda 2-1 eftir langa framlegging frá Ragnu Patawary. Seks minuttir frammanundan hevði Eyðvør Klakstein javnað til 1-1 við fluktara eftir innlegg úr vinstru frá Tórun Højgaard Joensen.

 

Miðvallarin Jensa Tórolvsdóttir legði í 9. minutti Víking á odda 1-0 við fínum langskoti, og sjey minuttir undan steðginum javnaði Ruby Rose Dombek, tá ið hon var fyrst á returbóltinum, eftir at Jensa Tórolvsdóttir við fínum langskoti sendi bóltin í tvørtræið.

 

Toppliðini eiga ein innanhýsis dyst eftir. Hann verður leygardagin 25. september, tá ið EBS/Skála eigur heimavøll ímóti KÍ.

 

161060541136
EBS/Skála161132351336
NSÍ15933512330
HB16835461927
Víkingur16727432723
B3616619314019
07 Vestur16301316519
AB/B711500156980

 

 

 

Leygardagin 11. september

 

KÍ – HB

 

NSÍ – Víkingur

 

07 Vestur – AB/B71

 

B36 – EBS/Skála

 

mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo