Týsdagin spæla kvinnuliðini hjá Neistanum og Sóljuni fjórðingsfinalu í Coca-Cola kappingini.
Hetta er seinasta av teimum fýra fjórðingsfinalunum. Framman undan hava VÍF, Stjørnan og VB tryggjað sær atgongd til hálvfinaluna, og skal metast eftir landskappingini, so verður Neistin helst fjórða liðið í hesum. Steypakappingin er tó altíð nakað serligt, og millum annað høvdu Stjørnan og VB alstórar trupulleikar av StÍF og Kyndli í sínum hálvfinalum, neistakvinnurnar mugu uttan iva stríðast, um tær vilja halda fast um sessin.
Dysturin verður í høllini á Hálsi kl. 17.30