Seinasta framsýning av trinum í Smiðjuni

Hósdagin 17. februar kl. 12 lat seinasta framsýningin hjá Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla undir heitinum "Spírandi list" upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Næmingarnir ganga á Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla í Havn og í Kollafirði.

Framsýningin er opin til og við leygardagin 19. februar, allar dagar frá kl. 12-19.

Malan Rubeksen og Randi M. Gunnarsdóttir, sum eru við á framsýningini, koma at sýna fram til líka til mikudagin 23. februar við enn fleiri málningum.

Tey sum sýna fram í Smiðjuni er: Malan Rubeksen, Havn, Sigvard Steffensen, Kollafjørður, Rúna Solberg Olsen, Kollafjørður, Jóhanna Jacobsen, Kollafjørður, Fróði Hammer, Kollafjørður, Bergfríð Anthoniussen, Kollafjørður, og Randi M. Gunnarsdóttir, lærari.