Seinasta "Gakk ella renn" í ár

Klaksvíkar kommuna fegnast um góðu undirtøkuna í ár

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu mánaðirnar skipað fyri tiltakinum "Gakk ella renn", sum hevur til endamáls at varpa ljós á sálarliga heilsu og likamliga heilsu. Høvuðsboðskapurin í ABC er, at fremja sálarligu heilsu við at vera virkin, saman og hugbundin.

 

Leygardagin varð seinasta tiltakið av hesum slag í ár. Klaksvíkar kommuna skrivar, at hóast veðrið ikki var av tí besta, vóru tað nøkur, ið luttóku í tiltakinum leygarmorgunin.

 

Túrurin byrjaði sum vant við Býráðshúsið kl.11, og tá øll høvdu gingið ella runnið í 15 minuttir, vendu tey og gingu ella runnu "heim" aftur. Afturkomin í Býráðssalin fingu luttakararnir okkurt leskandi og okkurt søtt afturvið, og hóast flest øll vóru bæði køld og vát eftir túrin, varð steðga til eitt hugnaliga prát. Eisini varð trekt lut um eina ABC-renniblusu millum øll, sum vóru við á túrinum. Hepni vinnarin gjørdist Rógvi Joensen, skrivar klaksvik.fo.

 

Klaksvíkar kommuna fegnast um góðu undirtøkuna í ár, og ætlanin er at halda fram við tiltakinum í januar 2019.