Í seinasta lagi í 2022 er koyrandi ígjøgnum nýggja Hvalbiartunnilin

 Nú verður gongd sett á arbeiðið at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, ætlar landstýrið at seta 30 milliónir av til endamálið og 2020 verða 50 milliónir settar av. Í 2021 verður so tað stóra takið, tí tá verða 130 milliónir settar til Hvalbiartunnilin, og tær síðstu 55 milliónirnar verða so settar av í 2022. 

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at arbeiðið verður liðugt í seinasta lagi í 2022.  Hann sigur, at talan er um ein tunnil ið lýkur øll nútímans krøv til samferðslu, og hann verður er eitt stjórt framstig fyri borgarar og vinnulív í Hvalba og fyri alla Suðuroynna”, 

 

Tunnilin er projekteraður og Landsverk hevur nú boðið arbeiðstakarum at bjóða seg fram at bjóða upp á arbeiðið, og tað verður seinni í ár, at arbeiðið verður boðið út.

 

Nýggi tunnilin verður 2.540 metrar langur, og vegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum Trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Somuleiðis verður vegur gjørdur frá tunnilsmunnanum Hvalbiarmegin til Nesveg tætt við brúnna um Kjógvavatn. Harafturat skal nýggj íbinding út í Nes eisini gerast. Tilsamans verða vegir og tunnil umleið 3.480 metrar. 

 

Verandi Hvalbiartunnil, sum var liðugur í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Hann er 1.450 metrar til longdar og einsporaður við víkiplássum. 

 

Tá ið nýggja Hvalbiartunnilin er boraður ígjøgnum, verður farið undir at bora tunlarnar Tunlar Norður um Fjall. Næsta ár eru tvær milliónir settar av á fíggjarlógini til tað fyrireikandi arbeiðið. Annars var upprunaliga verklagslógin samtykt í Løgtinginum í 2009.