Løgreglan sigur í tíðindaskrivi klokkan 20.59 í kvøld, at ein grind er funnin ein fjórðing eystur úr Froðbiarnípu.
- Hetta er ein hampiliga stór grind.
Løgreglan leggur aftrat, at tað er báturin Søkin, sum einsamallur liggur hjá grindini.
Meiri verður at frætta seinni.
Nýggjasta:
Tað nýggjasta, sum in.fo veit, er, at grindin gongur norður yvir, og tá vit fyri løtu síðan tosaðu við grindaformann í Suðuroy, var grindin einar 2,7 fjórðingar úr Froðbiarnípu.
- Einir 3-4 bátar vóru hjá grindini, tá eg kikaði, og skuldi tað hent seg, at hon kemur til lands í kvøld, verður tað helst á Hvalba.
Hann heldur kortini, at útlitini eru einki serlig, nú tað er vorðið myrkt.
- Kavar grindin, kann tað gerast trupult at finna hana aftur í myrkrinum, leggur grindaformaðurin aftrat.
Seinasta:
Løgreglan sigur nú í tíðindaskrivi, at grindin, ið varð funnin út fyri Froðbiarnípu í kvøld klokkan 20.34, er horvin í myrkrinum, og meiri verður ikki gjørt við tað.