Seinasta royndin at bjarga lítla Peturi

Hósdagin varð ein seinasta roynd gjørd at bjarga lítla Peturi, tá skriv varð handað floksformonnunum niðri í tinginum. Í verandi støðu skal Petur til Danmarkar mánadagin, og hesum mótmæla avvarðandi

Søgan um lítla Petur við serligum tørvi er klassiska søgan um tann lítla, veika og verjuleysa borgaran, sum samfelagið ikki hevur pláss fyri.
Men hóast málið er meiri kompliserað enn so, er tað ein sannroynd, at lítli Petur skal skiljast frá sínum systkum í heimliga umhvørvinum. Eftir mikið stríð í fleiri mánaðir skal lítli Petur í verandi støðu í flogfari mánadagin niður á døgnstovn í Karup kommunu, har pápi Petur bíðar.

Døpur útlit
Seinnapartin hósdagin handaði Bára Johansen, forkvinna í MBD/DAMP-felagnum, floksformonnunum skriv uttanfyri tingið. Hetta er sama áheitan, sum varð handað myndugleikunum 11. juni, og tá høvdu 9430 føroyingar veitt sín stuðul við undirskriftum.
"Vísandi til omanfyri standandi heita vit staðiliga á flokkarnar á løgtingi og hvønn einstakan løgtingsmann um beinanvegin at játta neyðuga peningin til keyp av húsum og at bera so í bandi, at Petur ikki noyðist av landinum mánadagin, tí tað at skrykkja Petur upp við rót úr trygga sosiala umhvørvinum í Føroyum verður til óbótaligan skaða fyri bæði Petur og systrar hansara". Eftir handanina í tinginum segði Bára Johansen, at nú er tað gjørt, sum stendur í teirra makt at broyta støðuna.
- Eg vænti einki, tí eg havi ikki longur álit á føroysku myndugleikunum, men vit hava altíð loyvið at vóna, og kanska eitt undur fer at henda, sigur Bára Johansen.

Býráðið er syndabukkurin
Forkvinnan í MBD/DAMP heldur, at gongdin í málinum hevur staðfest, at vit búgva í einum landi, sum ikki er fyri øll.
- Samfelagið hevur tikið sær av systrunum hjá Peturi, men ikki av honum sjálvum. Einki tilboð er til Petur, okkara skipan umfatar ikki børn við serligum tørvi, og løgfrøði og teori eru tikin framum vit og skil, sigur Bára Johansen.
Hon kastar eisini ljós á, at avgerðin hjá Tórshavnar býráð at senda Petur til Danmarkar er tikin á einum alt ov veikum grundarlagi.
- Eingin kanning er gjørd av dreinginum, og tí er avgerðin at senda hann av landinum á døgnstovn í øllum førum forhastað, sigur Bára.
Hon greiðir frá, at Karup kommuna hevur gjørt eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð, og tí strandar ábyrgdin á sosialu deild í býráðnum, sigur Bára Johansen.
Boðskapur hennara er fyrst og fremst, at vit skjótast gjørligt mugu fáa tilboð til børn við serligum tørvi í Føroyum, so lítli Petur og onnur kundi verið verandi, samstundis sum hon heldur, at býráðið hevur borið seg grundleggjandi skeivt at í málinum um lítla Petur.
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur boðað frá, at samdøgursviðgerðarstovnur er á veg, og tí vantar lítið á, at lítli Petur kundi verið verandi. Men sum nú er, fer drongurin til Danmarkar mánadagin.