Umboðsmaðurin fær eina millión krónur afturat, soleiðis at stovnurin eisini kann virka sum eitt óheft eftirlit á barna- og ungdómsøkinum. Umboðsmaðurin skal nú gera neyðugu fyrireikingarnar, soleiðis at vit í Føroyum fáa eitt barnaumboð.
Løgmansskrivstovan fær 1,5 millión krónur afturat til at seta á stovn sendistovu í Russlandi. Pengarnir koma afturat 500.000 krónum, sum longu eru settir av til endamálið, og tí hevur løgmaður tvær milliónir til sendistovu í Russlandi.
Níggju milliónir krónur skulu brúkast til at gera innkoyringarveg til høvuðsstaðin, umframt at ein millión er sett av til at breiðka vegi millum Signabø og Oyrareingir
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum vil hava, at Ferðaráðið varðveitir stuðulin til kunningarstovurnar kring landið. Tað er tí sett inn sum ein viðmerking til játtanina til Ferðaráðið
Fíggjarnevndin vil hava, at frískúlar kring landið skulu hava 200.000 krónur aftur at í stuðli, sammett við tað, ið Fíggjarmálaráðið upprunaliga ætlaði.
Arbeiðið at umvæla og útbyggja studentaskúlan á Kambsdali dregur út, og tí hevur Fíggjarnevndin skorið fýra milliónir av teimum 11 milliónunum, sum ætlandi skuldu játtast til arbeiðið í ár. Pengarnir verða í staðin settir av á fíggjarlógini fyri 2015.
Undirvísingin hjá útlendingum í føroyskum skal styrkjast, sigur Fíggjarnevndin, sum tí játtar 250.000 krónur afturat teimum 5,8 milliónunum, sum longu eru játtaðar á konto til frítíðarundirvísing.
Studni skal fáa meira burtur úr pengunum, sum stovnurin lænir út sum lestrarlán. Inntøkurnar frá lestrarlánunum skulu tí hækka 500.000 krónur, metir Fíggjarnevndin.
Hondbóltssambandið er í peninganeyð, hevur ikki ráð at senda landslið av landinum og er tí útihýst úr kappingum Tað gongur ikki, metir Fíggjarnevndin, sum tí játtar 300.000 krónur afturat til ítróttin, og eru pengarnir markaðir til hondbóltin.
Heilsumálaráðið skal hava 300.000 krónur afturat til raksturin. Og harumframt skulu aðrar 300.000 krónur játtast afturat til kt-økið hjá heilsuverkinum, sigur Fíggjarnevndin.
Játtanin til læknakanningar av børnum verður økt 100.000 krónur, upp í 950.000 krónur næsta ár.
Fíggjarnevndin skerjir játtanina til heilsutrygdarveitingar við 1,2 milliónum krónum.
Fíggjarnevndin skerjir somuleiðis játtanina til Almannamálaráðið við 1,2 milliónum, men her er mest talan um teknikk, tí pengarnir eru fluttir til aðrar konti.
KT-heildarskipanin til Almannastovuna, nú Almannaverkið, hevur verið ávegis í eftirhondini nógv ár. Ætlanin er fleiri ferðir seinkað og verður í løtuni eftirmett. Fíggjarmálaráðið ætlaði at seta fimm milliónir av til hesa skipan næsta ár, men Fíggjarnevndin skerjir játtanina við einari millión.
Fíggjarnevndin játtar 400.000 krónur til hitastovuna hjá Herberginum. Játtanin hevur verið aftur og fram undir fíggjarlógarviðgerðini – sett á, strikað og síðani sett á aftur. Pengarnir eru settir á kontona, sum eitur stuðul til fyriskipanir fyri heimleys.
Barnaverndarstovan fær 500.000 krónur í stuðli til at reka Barnahúsið fyri næsta ár.
Barnabati fær 200.000 krónur í stuðli til at reka ”Tú og eg ráðgevingina” fyri næsta ár. Eisini hetta uppskotið var aftur og fram undir fíggjarlógarviðgerðini. Fyrst vildi samgongan ikki játta pengarnar, men undir 3. viðgerð vendu vindarnir og pengarnir eru nú játtaðir.
FAKTA
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram 30. september í ár, verður hallið á fíggjarlógini 250 milliónir næsta ár. Eftir allar broytingarnar í løgtinginum, vísir nú samtykta fíggjarlógin eitt hall á 219 milliónir krónur. 23 tinglimir atkvøddu fyri fíggjarlógini við 3. viðgerð. Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og uttanflokkatingmaðurin Gerhard Lognberg atkvøddu saman við samgonguni. Høgni Hoydal og Sirið Stenberg út Tjóðveldi og Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti fíggjarlógini, meðan sjey atkvøður vóru blankar.