Seinasta stemman í Saksun

Gongst sum ætlað verður ikki val hildið aftur í Saksun. Seinasti veljarin, sum greiddi atkvøðu í gjárkvøldið, skrivaði tí í roynd og veru valsøgu!

Saksun: Tað er lætt hjá einum fremmandum at finna valstaðið í Saksun.

Úr Hvalvík vórðu boðini einføld: - Koyr bara inn í bygdina. Snara síðani til vinstru við Svartá og koyr framvið teimum fyrstu fjósunum. Tá koma eini hvít hús undan, og tað er valstaðið!

Sum sagt, so gjørt. Ongar valplakatir eru at síggja ella at meta seg eftir og einki skelti vísir á valstaðið. Fólkatalið er einans 28, og tey munnu vita, hvar valstaðið er. Á vegaskeltinum stendur Hvalvíksvegur nummar 3.

Valið í bygdini fer fram hjá tí til eina og hvørja tíð sitandi formanni í valstýrinum. Og hesaferð var valstaðið tí heima hjá Målfryd Dahl-Olsen.

Higar kundu tey 20 fólkini fara, sum høvdu valrætt. Her var alt gjørt uppá einfaldasta hátt, men kortini soleiðis sum vallógin fyriskipar.

Eisini í Saksun skal vallógin haldast til punkt og prikke!


Trý í stýrinum

Klokkan er farin at nærkast fimm henda vakra valdagin. Tað hevur higartil verið rættiliga friðarligt á valstaðnum í Saksun.

Hetta er eitt av teimum heldur óvanligu valstøðunum. Her er lítið gjørt burtur úr við borðum til valstýrið, básar at greiða atkvøðu í og kassanum, har atkvøðuseðilin skal leggjast í.

Valstaðið er heima hjá Målfryd – í roynd og veru í køkinum og stovuni í heimi hennara. Soleiðis hevur tey seinastu valini.

Tað er ein hugnaligur dámur í einum av hesum minstu valstøðunum kring landið.

Tey trý í valstýrinum eru øll upptikin við sítt.


Sokkar og børn

Klokkan er farin av 17, og líkt er til at húsfólkini eru vorðin svong. Í øllum førum hevur Målfryd sett døgurðan útá – í eini grýtu standa eplini og kóka, og á einari pannu verður kalvafiskur steiktur.

Við eitt borð situr annar limurin í valstýrinum, Gurli Svartá við stokkum í hond. Hon situr og bindur einar sokkar, samstundis sum hon heldur eyguni við at alt við valinum gongur rætt fyri seg.

Triði limurin, Anvør Joensen situr í roynd og veru á gólvinum. Kring hana eru fleiri spælandi børn og tey krevja sítt.

Við eitt verða allar tríggjar avbrotnar í sínum arbeiði. Nú gongur hurðin og ein ung kvinna kemur innar við valkorti í hondini.

Tær sleppa tí tær hava í hondini. Nú er tað hesin veljarin sum skal raðfestast hægst. Tann fimti veljarin í Saksun skal greiða atkvøðu.

Kvinnan fær seðilin í hond, fer innar í stovuna, setir seg við stovuborðið, hyggur listan í gjøgnum og setur kross við tað valevnið, sum hon hevur álit á.

Á einum stóli stendur atkvøðukassin, og higar leggur hon nú leiðina, leggur seðilin í og so hevur hon gjørt sína borgarligu skyldu enn einaferð.


Seint á val

Vanligt er ikki, at nógvir saksuningar greiða atkvøðu, fyrrenn eftir loknan arbeiðsdag. Fólkatingsvalið 2007 er einki undantak í so máta.

Frá tí at valstaðið lat upp klokkan 9 á morgni og fram til klokkan 17, hava bert fýra veljarar verið á vali. Tann fyrsti veljarin kom ikki á val fyrrenn klokkan var farin av tvey.

- Nei, her er vanligt at fólk koma seint á val. Og í dag er einki undantak, sigur Målfryd.

Hinir tríggir veljararnir, sum longu hava greitt atkvøðu, hoyra til húsfólkið.

Tað man tí helst hoyra til rárastu hendingar at kø er at sleppa á val í Saksun. Men hetta veruliga seinnapartin í gjár.


Kø við valborðið

Fólk eru komin til heimbygdina frá arbeiði, og velja at leggja leiðina beint á valstaðið. Beint eftir veljara nummar fimm koma ein kvinna og ein maður innar at greiða atkvøðu.

Maðurin er fyrri og fær atkvøðuseðilin í hond.

- Tú kanst fara innar í stovuna, meðan hon kann velja við borðið í gongini. Ella, tú kanst eisini bíða til hann er liðugur, og so kanst tú fara inn í stovuna, um tú heldur vilt tað, sigur Målfryd.

Nei, kvinnan fer út í gongdina og hann í stovuna, og so hava tey greitt atkvøðu.

Tey eru ikki meiri enn farin, fyrrenn hurðin gongur á triðja sinni hesar 20 minuttirnar. Ein kvinna aftrat er komin at greiða atkvøðu.

Hon steðgar á eina løtu og fær eitt prát við húsfólkið og við tíðindamannin. Tey eru gamlir skúlafelagar úr høvuðsstaðnum.

Hon fær seðilin í hond, men hvat – nøvnini á listanum eru skrivað so smátt, at trupult er hjá henni at lesa nøvnini. Hon vil í øllum førum ikki gera nakað mistak, og ætlar sær út eftir brillunum.

- Nei, tað er ikki neyðugt, sigur Gurli. Tú kanst bara læna mínar. Kanska tú kanst brúka tær!

Jú, so er. Kvinnan setur brillurnar á nøsina, og fer so innar í stovuna at greiða sína atkvøðu.

Nú hava 8 av íalt 20 veljarum greitt atkvøðu. Tá upptalt varð høvdu íalt 15 verið á valið her. Tað eru trý færri enn við valið í 2005.

Við seinasta val fingu bert tríggir flokkar atkvøður úr Saksun. Hesaferð fingu allir flokkar, uttan sjálvstýrisflokkurin atkvøður her.

Kanska eitt tekin um at globaliseringin eisini er komin til Saksun.



Ikki so vemodigt at missa valstaðið

Tað hevur leingi ligið í luftini at valstøð verða niðurløgd. Hetta er longu hent í rímiliga stórum valstøðum, og nú er túrurin helst komin til Saksun við sínum 20 veljarum.

Fyri formannin í valstýrinum í Saksun, Målfryd Dahl-Olsen kann saktans henda, at valið í gjár er tað seinasta í heimbygdini: Óhugsandi er ikki, at saksuningar næstu ferð mugu á val í Hvalvík.

- Nei, hetta er ikki so vemodigt fyri meg. Tað er í fínasta lagi, sigur hon við Sosialin.

Sannleikin er hann, at fólk í Saksun eru mobil. Elsti maðurin hevur í bygdini bil, og kann tí koyra á nýggja valstaðið.

- Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at fólk mugu allíkavæl koyra framvið Hvalvík, tá tey koma higar frá arbeiði.

- So at skula velja í Hvalvík, ger neyvan tann stóra munin, slær Målfryd fast. Ósvaraði spurningurin í løtuni er, hvar saksuningar skulu velja nýggja løgtingið í januar mánaði.