Víkingur Reykjavík vann stórsigur á útivølli

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir hildu fast í oddasessinum

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík hildu fast í oddasessinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við stórsigri í kvøld. 

 

Stjarnan tók ímóti Víkingi í Garðabæ, har eingin ivi var um úrslitið. Víkingur vann 4-0.

 

Gunnar leikti allan dystin fyri Víking.

 

Stjarnan-Víkingur Reykjavík 0-4 (0-3)

0-1 Nikolaj Andreas Hansen ('10 )

0-2 Karl Friðleifur Gunnarsson ('22 )

0-3 Helgi Guðjónsson ('58 )

0-4 Helgi Guðjónsson ('78 )

 

Víkingur er fremst í deildini við 30 stigum fyri 13 dystir. Higartil hevur Víkingur bert tapt ein dyst. 

 

Liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik er fýra stig aftanfyri Víking, men Breiðablik hevur spælt ein dyst færri.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 spælir Breiðablik á útivølli móti FH á Kaplakrika vøllinum á Hafnarfirði. Við sigri kemur Breiðablik upp á 29 stig.