Seinasta tonnin trekt úr ES-mótstøðuni

Niðurstøðan eftir eitt gott ES-orðaskifti í Føroyum er, at tað ber væl til at fara í samráðingar við ES um at vinna Føroyum eitt gott pláss í felagsskapinum. Argumentið um, at ES fer at seta seg á føroyska fiskiríkidømið, er nú endaliga burtur

Í vetur hava vit fyri fyrstu ferð upplivað eitt seriøst orðaskifti um tilknýtið Føroya til Europasamveldið. Orðaskiftið hevur verið positivt, tí nógv ymisk sjónarmið og upplýsingar eru komin fram.

Serliga skal okkara egni ES-serfrøðingur, Óli Samró, hava eina stóra tøkk fyri at fyriskipað eina ES-ráðstevnu, sum í grundini flutti okkum væl fram á leið.

Nøkur týðandi viðurskifti eru avklárað, og mín niðurstøða er, at orðaskiftið greitt vísir, at ES-leiðin er hon, Føroyar eiga at ganga.

 

Nógv ber til politiskt

Hví júst hesa niðurstøðu? Jú, tí flestu óheftu viðmerkjarar eru samdir um, at politiskt ber nógv til. Hetta undirstrikaði fyrrverandi norski uttanríksiráðharrin, Thorvald Stoltenberg.

Tað eru politikarar og ikki juristar, ið skulu telva seg fram til, hvussu Føroyar og ES skulu samstarva frameftir. Tí er óneyðugt at heingja seg í, hvat stívar løgfrøðiligar tulkingar siga um hetta ella hatta.

Finst ein politisk semja millum Føroyar og ES, ja so er tað hon, ið skapar grundarlagið.

 

Høvuðsargumentið ímóti ES-leiðini burtur

Orðaskiftið í vetur hevur sanniliga eisini trekt seinastu tonnina úr ES-mótstøðufólkunum.

Í áravís hava tey trúttað niður í eitt heilt ættarlið av føroyingum, at um vit gerast partur av felagsskapinum, fer Brússel at seta seg á okkara fiskiríkidømi.

Hetta er ikki so.

ES-ráðgevin Poul Degnbøl váttaði á ES-ráðstevnuni, at fiskivinnupolitikkurin nú flytir seg tann vegin, at tað eru regiónirnar, ið skulu reka hann, og tað skal gerast á burðardyggum grundarlagi.

 

Dialogur við ES er leiðin fram

Tveir aðrir fyrilestrarhaldarar á ES-ráðstevnuni komu við sínum gullkornum.

Norðmaðurin Torben Voss, advokatur, førdi fram, at tað er ein fyrimunur at taka upp beinleiðis samband við ES-nevndarlimin við ábyrgd av ES-víðkanini. Og íslendingurin Benedikt Johannesson, ráðgevi, greiddi frá, at í Íslandi eru tey komin eftir, at smá lond eru ov sárbær og íslendska gjaldoyra ov veikt til at standa uttan fyri ES.

Tí er eitt at gera hjá Landsstýrinum. Tað er at seta seg saman við ráðandi ES-politikarum og embætisfólkum teirra og telva seg fram til eina smidliga loysn, har Føroyar fáa sum mest burtur úr samstarvinum við Europasamveldið.

Undirritaði hevði í fjør heyst samrøðu við áðurnevnda ES-nevndarlim, og tað er tann vegin, Landsstýrið eigur at flyta seg. Dialogur við ES um smidligar loysnir er leiðin fram.

 

Størri inntøkur og menning

Um onkur framvegis ivast í, hví Føroyar eiga at vinna sær pláss í Europasamveldinum, er grundin stutt og greið:

Tað er á ES-marknaðinum, at okkara fyritøkur kunnu økja inntøkurnar til Føroya, og tað er í ES-samstarvinum, at okkara samfelag kann gerast partur av europeisku menningini á at kalla øllum økjum.