Seinasta útkall hjá fleiri liðum

Hondbóltur: Hóast fleiri dystir eru eftir at spæla, er seinasta útkall hjá fleiri 1. deildarliðum hetta vikuskiftið

Fimm dystir verða í 1. deild hjá kvinnum og monnum hetta vikuskiftið, og bert í einum føri er talan um toppdyst.

Tað er á Skála, har kvinnuliðini hjá StÍF og Neistanum hittast sunnudagin. Um StÍF vinnur henda dystin, eru tær so gott sum føroyameistarar. Neistin tapti móti Kyndli seinasta vikuskifti og misti tvey stig afturat í mun til StÍF, sum nú er fýra stig framman fyri næstu liðini. Hetta er sostatt síðsta útkall hjá neistakvinnum, um tær ætla sær at endurvinna meistaraheitið í ár.

Kyndil fekk vónina aftur eftir sigurin á Neistanum í síðstu viku, men nú mugu tær fáa hjálp frá Neistanum, um tær vilja gera seg galdandi í toppinum. Samstundis krevst, at tær sjálvar vinna móti GÍ á Kambsdali sunnudagin, og tað kann gerast trupult í sjálvum sær.

GÍ vann á VB seinasta vikuskifti og fekk luft í botninum, har Stjørnan nú liggur sera einsamøll. Longu í dag kemur VB á vitjan í Klaksvík, og um Stjørnan ætlar sær at halda fram í 1. deild, er ein sigur tað einasta, ið kann brúkast.


VÍF framvegis ovast

Hjá monnunum er VÍF framvegis klárt á odda, og fáur ivast í, at vestmenningar fáa tvey stig afturat í morgin, tá KÍF kemur á vitjan. Síðani teir vunnu á Neistanum í fyrsta umfari av endaspælinum hava kollfirðingar megnað at hildið nøsina framman fyri Neistan í botninum. Hvørki KÍF ella Neistin hava fingið nakað stig síðani tá, og í morgin skal Neistin spæla á útivølli móti StÍF.

StÍF tapti tveir dystir á heimavølli og spældi sær av við FM-møguleikan, men teir hava so framvegis silvurmerkini at stríðast fyri. Og ein vanligan dag eiga strandingar eisini at vinna á Neistanum, sum hevur tapt allar sínar fimm dystir higartil í endaspælinum.

Mikukvøldið spældu H71 og Kyndil í Havn, og tann dystin vann H71 tepurt 28-27. Tað sendi hoyvíkingar upp á 17 stig, bert eitt aftan fyri VÍF, men við einum dysti meira spældum. Um VÍF vinnur í morgin, verður støðan sostatt óbroytt: H71 skal vinna dystin, teir hava eftir móti VÍF, og vóna, at okkurt annað lið hjálpir teimum við eisini at taka stig frá vestmenningum.