Kyndil-StÍF:
Tvey lið hava ligið og kappast um týdningarmikla fjórða plássið í Sunset kappingini í alt ár, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar í stríðnum um meistaraheitið. Her er talan sjálvandi um Kyndil og StÍF, og í løtuni eru tað kvinnurnar av Strondum, sum liggja betur fyri. Tær hava fýra stig, og eru sostatt tvey stig frammanfyri Kyndil á aftasta plássi, sum hevur tvey stig.
Gongdin hjá grøna havnarliðnum hevur heldur ikki verið serliga góð síðstu dystirnar. Í endaspælinum hava tær enn sín fyrsta sigur til góða. Tær hava tapt fimm teir fyrstu dystirnar á rað, og tí sær ikki so gott út hjá teimum í løtuni.
Hjá StÍF hevur gingið heldur betri. Tær hava vunnið ein dyst av fyrstu fimm dystunum í endaspælinum, og hesin var júst ímóti Kyndli, tá liðini møttust í fyrra dystinum inni á Skála. Í hesum dystinum førdi Kyndil annars í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki avgjørdi StÍF alt til egnan fyrimun. Strandakvinnur vunnu dystin við fýra málum, og sostatt vóru tað brádliga tær, sum lógu á fjórða plássinum, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar.
Nú møtast liðini so fyri seinastu ferð í ár, og vinnur StÍF dystin, so er eingin ivi um, at tær fara at røkka hálvfinalunum. Vinnur Kyndil hinvegin, so stendir púrasta á jøvnum millum liðini, og tá kunnu seinastu dystirnar ímóti hinum liðunum gerast avgerandi.