Útoyggjar
? Hetta er seinsti møguleikin at bjarga útoyggjunum í Føroyum.
So bersøgin er Olga Biskopstø, samskipari í Útoyggjafelagnum.
Hon sigur, at støðan í útoyggjunum er nógv verri, enn fólk geva sær fær um og í løtuni er støðan tann, at nógvar bygdir í útoyggj eru á markinum til at vera avtoftaðar.
Á evnisdegi í dag um útoyggjarnar, fer hon at vísa á, hvussu nógv fólk ið veruliga býr í útoyggjunum.
?Tað er stórur munur á, hvussu nógv eru skrásett hjá fólkayvirlitinum at búgva í útoyggjum og hvussu nógv fólk ið veruliga búgva har, sigur hon.
Hon sigur, at í veruleikanum búgva nógv færri fólk í útoyggjunum, enn skrásetingin hjá fólkayvirlitinum vísir.
Hendan støðan er við til at fjala útyvir, hvussu vánalig støðan í veruleikanum er, og hendir onki nú, ganga nøkur heilt fá ár, so eru útoyggjarnar eitt yvirstaðið kapittul í Føroyum.
? Tí mugu stig takast beinanvegin. Annars verður ov seint, tí vit eru við at koma til tað punktið, har tað ikki vendst aftur, sigur Olga Biskopstø.
Eitt satt vónbrot
Annars hava nógvar glæsiligar ætlaninir verið um at menna útoyggjarnar í Føroyum. Og fyri nøkrum árum skuldi rættilig gongd setast á útjaðaramenningina.
Fyri at hava nakað at halda seg til, setti Løgmaður í 2000 ein arbeiðsbólk við heili 11 umboðum fyri útoyggjarnar og tveimum umboðum fyri Løgmansskrivstovuna, at gera eitt álit við uppskotum um, hvussu útoyggjarnar kundu mennast.
Í 2001 legði handaði útoyggjanevndin løgmanni eitt drúgt álit við einum hópi av uppskotum um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at menna útoyggjarnar.
Men gongdin síðani hevur verið eitt satt vónbrot.
?Vit mugu bara staðfesta, at hóast trý ár eru farin, síðani álitið varð handað løgmanni, er ikki eitt tað einasta av uppskotunum í tí sett í verk, sigur Olga Biskopstø.
Tað einasta av uppskotunum í útoyuggjaálitinum, sum er fylgt, er, at fulltrúi í útoyggjamálum varð settur í Oljumálaráðnum.
Men tað dugir Olga Biskopstø ikki rættiliga at síggja meiningina við.
? Eg veit ikki, hvat ein slíkur fulltrúi skuldi setast á oljumálaráðnum til, tí spurningar, sum hava við útoyggjarnar at gera, liggja undir ymsum ráðum, eitt nú vinnumálaráðnum og mentamálaráðnum og tað eru tey ymsu ráðini, sum sjálvi leggja síni arbeiðsøki til rættis.
Samskiparin í Útoyggjafelagnum sigur, at hon veit ikki um arbeiðsøkið hjá fulltrúanum nakrantíð varð útgreinað. Og hon leggur afturat, at Útoyggjafelagið hevur at kalla púra onki hoyrt til hendan fulltrúan, síðani hann varð settur.
Um hann arbeiðir enn, veit hon ikki.
Kortini heldur Olga Biskopstø, at eitt úrslit er komið burturúr útoyggjaálitinum og tað er, at ymsir almennir stovnar eru vorðnir meiri tilvitaðir um útoyggjarnar.
Eitt nú hava Strandfersðlan og Postverkið tikið upp samstarv við útoyggjafelagið og har eru ábøtur hendar. Ùtoyggjafólk fáa post oftari enn fyrr og Strandferðslan hevur tikið upp samstarv við Útoyggjafelagið um at fáa ferðaætlanina til útoyggjarnar at vera fólkinum í útoyggjunum til so stórt gagn sum gjørligt.
?Vit hava eisini roynt at fáa tyrluna at flúgva oftari til útoyggjarnar. Men tað kostar pening og tað hevur víst seg at vera trupult, sigur samskiparin hjá Útoyggjafelagnum.
? Tað vísir seg, at kemur peningur upp í, vísir tað seg at verða sera trupult.
Hon sigur, at tað einasta, sum annars er hent, er, at útoyggjaskrivstovna er sett á stovn.
?Men skrivstovan fær ongar pengar at arbeiða við og so ber ikki til at gera nakað. Vit hava fleiri søkt um fígging til ymsar verkætlanir í sambandi við at menna útjaðaran, men umsóknirnar eru ongantíð gingnar á møti.
Olga Biskopstø sigur, at saman við góðum ferðasambandi, er gott telesamskifti ein fortreyt fyri trivnaði á bygd og tí sambandi ásannar hon, at Vinnumálaráðið hevur sett eitt gott tiltak í verk fyri at útvega fólki í summum útoyggjum gott telesamskifti við interneti og teldu. Og sum hon skilir, er ætlanin at arbeiða víðari við hesum so at fleiri útoyggjar fáa sama møguleika.
? At hesi viðurskiftini eru í lagi kann avgjørt gera sítt til at eggja fólki at flyta út í útoyggj at búgva.
Og í tí sambandi heldur hon eisini, at ein skipan eigur at vera sett í verk so at tey, sum búgva í útoyggj, skulu hava rætt til eitt jarðarstykki.
? Tað verður neyvan landbúnaði, sum fólk í útoyggj koma at liva av. Tað verður helst ongantíð meiri enn eitt ískoyti, eitt ítriv og ein lívsstílur - men so kundi tað eisini verið ein gularót í royndunum at eggja fólki at flyta út á smáplássini.
?Skulu vit tosa um vinnuligt landbrúk á smáplássunum, í so stórum máti, at fólk skulu kunna liva av tí burturav, verður íkki pláss fyri meiri enn einum garði á hvørjum smáplássi og tað fer aftur at avmarka fólkatalið.
Ongin menningarætlan
Olga Biskopstø sigur, at tað er ikki so frægt sum tað, at politikarar hava gjørt greitt um teir yvirhøvur eru sinnaðir at varðveita útoyggjarnar.
?Vit eru ikki so frægt sum komin so langt sum tað, at politikarar hava viljað staðfest, hvat teir ætla við útoyggjunum.
Hon sigur, at Útoyggjafelagið hevur fleiri ferðir heitt á politikararnar um at gera eina menningarætlan fyri útoyggjarnar, sum kanska kundi gingið yvir 10 ár, men onki er komið burturúr.
? Er tað so, at politikararnir í veruleikanum ikki eru sinnaðir at varðveita útoyggjarnar, eiga teir at vera so mikið ærligir, at teir siga tað greitt so at tey, sum búgva í útoyggj, ikki skulu liva í følskum vónum.
Olga Biskopstø heldur, at er ætlanin at útoyggjar skulu avtoftast, eiga politikararnir at vísa útoyggjafólki tað virðing, at teir greitt boða teimum frá tí, tí so kann fólkið, sum har býr, pakka saman beinanvegin og leggja sína tilveru tilrættis eftir tí.
Olga Biskopstø sigur, at tað, sum størsti tørvurin er á í útoyggjunum, er virksemi.
Og har onki virksemi er, er heldur ongin trivnaður.
Í útoyggj eru ongi arbeiðspláss uttan okkurt alment arbeiðspláss og annars er tað bara seyðahald.
Spurningur um hugburð
Tá ið so lítið er hent í bestu tíðum í Føroyum nakrantíð, hvussu kunnu tit so vænta, at nakað fer at henda, nú tíðirnar aftur eru farnar at versna?
? Eg haldi ikki, at hetta hevur so nógv við góðar ella vánaligar tíðir at gera. Hetta er meiri ein spurningur um hugburð. Tað er eisini ein spurningur um, hvørja vitan politikararnir hava til tey viðurskifti, sum ávirka útoyggjarnr og um tey ávaringartekin, sum vísa seg, tá ið eitt smápláss er í vanda fyri at verða avtoftað.
Í tí sambandi heldur Olga Biskopstø at politikarnar hava verið ógvuliga lítið uppsøkjandi.
? Politikarnarnir hava í veruleikanum ongantíð tikið støðu til, hvat teir vilja við útoyggjunum. Einaferð var ein sokallaður bygdamenningarpolitikkur, men eg haldi, at tað var meiri ein samferðslupolitikkur, tí har var dentur ?bara? lagdur á samferðsluna.
? Tað er sjálvsagt eitt gott endamál at menna samferðslunas. Men tað hevur ikki ført nakra menning við sær.
? Tað hevur skapt nøkur arbeiðspláss, tí fólk eru sloppin at arbeiða upp á vegir og lendingar og sostatt hevur tað verið við til at hildið lív í nøkrum smáplássum. Men nøkur menning hevur tað ikki verið og fólkatalið er minkað alla tíðina.
Men hevði tað ikki verið nógv bíligari og betri fyri samfelagið, at øll búðu í miðstaðarøkinum?
? Hugsa vit bara um krónur og oyru kann tað væl vera, tí so sleppa vit undan nógvum útreiðslum til Strandferðslu o.s.fr.
? Men gera vit eina veruliga kostnaðargreining, kann tað væl vera, at myndin hevðiverið øðrvísi, tí tað liggur eisini eitt stórt tilfeingi í útoyggjunum. Tað verða stór virði framleitt úti um landið, bæði seyður, neyt, grind, epli fuglur og fiskur og annað, og alt hetta eru vørur, sum annars skuldi verið innfluttar.
? Taka vit so sjálva natúruna við og hugsa um inntøkur, sum kunnu skapast av ferðavinnu og øðrum, er tað ikki vist, at útjaðarin er nøkur útreiðsla fyri samfelagið, tá ið alt kemur til alt, sigur Olga Biskopstø.