Seinastu europeisku londini klár til HM

Fótbóltur: Jugoslavia, Italia, Belgia og Kroatia vunnu kvalifikatiónsdystirnar um seinastu europeisku HM-plássini

Leygardagin varð avgjørt hvørji tey seinastu europeisku liðini, sum sleppa við til HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Fraklandi næsta summar.

Seinnu kvalifikatiónsdystirnir millum tveyarnar í innleiðandi bólkunum vórðu spældir kring Europa, og vinnararnir av hesum dystunum gjørdust Jugoslavia, Italia, Belgia og Kroatia.

Jugoslavia var tryggasti vinnari. Teir vunnu fyrra dystin 7-1 móti Ungarn, og seinna dystin vunnu teir aftur stórt, hesaferð 5-0. Mijatovic gjørdi fýra av málunum. Jugoslavia var í sama bólki sum Føroyar í innleiðandi bólkunum og endaði sum nummar tvey aftanfyri Spania.

Italia vann stóra dystin móti Ruslandi. Úrslitið var 1-0 til Italia og samanlagt vann Italia vann tí 2-1. Belgia vann 2-1 á Írlandi og kemur til til HM-endaspælið við samanlagdum sigri uppá 3-2.

Seinasti dysturin var millum Kroatia og Ukraina. Kroatia vann fyrra dystin 2-0, og seinni dysturin endaði við javnleiki, og tí er Kroatia klárt til HM-endaspælið.