Hetlandsferð (4)
Í seinastu frásøgnini um bátaferðina í Hetlandi greiddu vit frá, hvat siglarar og gestir kvinnur, børn og vinfólk, sum komu niður við Norrønu at vitja bátsmanningarnar, tókust við í Lerwick teir umleið 5-6 dagarnar, vit lógu í hetlendska høvuðsstaðnum.
Vit komu til oynna Whalsay um midnáttarleitið mikukvøldið, 6. juli. Lógu í bygdini, Symbister, tvær nætur og løgdu síðan leiðina til Lerwick, fríggjadagin, 8. juli, hagar vit komu um 14-tíðina seinnapartin.
Bíðaðu í Ulsta
Um 18-tíðina mikudagin, 13. juli, loystu vit aftur úr Lerwick og stevndu norður til oynna Yell at bíða eftir veðri. Her lógu vit í lítlu bygdini, Ulsta, til dagin eftir. Tað tekur einar 3-4 tímar at sigla úr Lerwick og norður í vestara enda á Yell-sundinum, og tí hildu menn, at frægast mundi vera at liggja har vesturi og bíða heldur enn at bíða í Lerwick. Soleiðis sluppu vit eisini at vitja og uppliva eina hetlendska bygd aftrat, umframt at heimferðin gjørdist einar 2-3 tímar styttri.
Bygdin Ulsta er lítil; har eru bert nøkur fá hús, men handil er niðri á støðni um vit kunnu siga so. Gott ferjusamband er við tveimum ferjum inn á meginoynna, Mainland, fleiri ferðir um dagin.
Tá ið vit høvdu lagt til bryggju á Ulsta og høvdu spákað okkum niðan undir handilin, skiltist, at her fóru vit at fáa eina rættiliga hvíld til heimferðina.
Einasta "attraktiónin" hetta kvøldið - til handilin læt uppaftur morgunin eftir, vóru wcini niðri við ferjuleguna, sum vit kundu gera nýtslu av.
Í Ulsta høvdu vit hvørki landstreym, brúsu ella vatn í slagnu til bátarnar og bygdarfólkið læt okkum vita, at 25 kilometrar vóru til nærmastu barrina á oynni!
Men handilin var so har, tó at hann var stongdur, tá ið vit komu til bygdina.
Vit lógu eina nátt í Ulsta.
Dagin eftir fregnaðust vit í handlinum, um tey kanska áttu eitt felagshús á staðnum og tað áttu tey. Vit hildu, at tað hevði verið gott at sloppið upp úr bátunum eina løtu, nú tað regnaði, og alt tóktist so slavið innanborða.
Eldri kvinnur og eldri menn á staðnum lótu okkum sleppa inn í felagshúsið, har tey borðreiddu við drekkandi og góðum køkum. Her hugnaðu vit okkum nakrar tímar hendan dagin eftir við góðum tei, køkum, sangi og guitarspæli, sum Anfinn Norðfoss so hegnisliga syrgdi fyri.
Vit høvdu eina hugnaliga løtu í felagshúsinum, og tað var ikki minst hendan løtan, sum gav okkum orku at leggja út á hav um nátturðatíð hetta kvøldið, hóskvøldið 14. juli.
Veðurlíkindini
Men skuldu vit loysa ella skuldu vit bíða? Tað var spurningurin bæði dagin fyri, tá ið vit komu til Ulsta og hendan dagin eftir, tá ið vit kortini avgjørdu at loysa og stevna heimaftur til landið og familjuna, vit nú vóru farnir at leingjast eftir.
Vit áttu teir 170 fjórðingarnar á okkum, og hetta kundi tykjast møtumikið, nú veðurlíkindini tóktust so óstøðug. Bæði dagin fyri og hendan dagin, vit ætlaðu at loysa, var regn og vindur, men útlit vóru til betri veður men ikki liggjandi góðveður. Soleiðis, sum veðrið háttaði sær og soleiðis, sum veðurvánirnar vóru, kundu vit koma at liggja í Ulsta ella aðrastaðni í Hetlandi fleiri dagar aftrat.
Menn gingu við veðurkortum, og tey vóru tað, tey vóru.
Ivingarsom.
Aldan vestanfyri Hetland segðist at vera fýra metrar høg, men hann lovaði blíðking. Vindurin var fleiri og tríati metrar, og hetta tal skuldi býtast við tvey, søgdu teir, sum hildu seg duga at lesa hetlendsku veðurkortini.
Onkur ringdi heim til Petur Skeel Jacobsen, men fekk ikki fatur á honum. Onkur tosaði eisini við familjuna heima í Føroyum, sum hevði "lisið" veðrið fyri teimum upp úr Sosialinum.
Jú, útlini vóru ivingarsom, men vóru vit hepnir, kundu vit kanska fáa eina hampiliga heimferð.
Vit avgjørdu at loysa&
Sjask veður
Hálvan annan tíma eftir, at vit høvdu loyst í Ulsta, vóru vit leysir úr landi og stevndu vestur í hav.
Menn hildu, at tað rak suður við landinum, samstundis sum lotið, ið eftir var, lá norðuryvir.
Tað var tvassut, nú tað fór at skýma og sambært bátunum, sum vóru farnir undan okkum og vóru nakrar fjórðingar longu frammi, vóru eingi útlit til, at veðrið batnaði vestureftir.
Teir søgdu seg hava minkað uppaftur meira um ferðina&
Var náttin á ferðini niður til Hetlands tvassut, var sjógvurin munandi verri teir fyrstu mongu fjórðingarnar vestureftir.
Eftir at hava siglt einar 10-12 fjórðingar, avgjørdi onkur bátur at venda aftur, men um sama mundið, sum hendan avgerðin varð tikin, frættist, at nú høvdu teir, sum undan okkum vóru farnir, frægari veður.
Veðrið hesa náttina var skiftandi. Viðhvørt var líkt til, at sjógvurin gjørdist slættari, men so sigldi tú teg aftur í tvassut veður& og soleiðis gekk náttin og morgunin, sum stundaði til.
Meginpartin av náttini og degnum eftir høvdu vit vindin inn á stýriborðsbógv. Tað bukaði hart viðhvørt, og menn troyttaðust.
Sum dagurin eftir leið, gekk hann meira vestur á, soleiðis, at vit fyrst høvdu vindin beint framman, til hann "datt" yvir á bakborðsbógv.
Eg minnist ikki, nær sjógvurin rættiliga slætnaði, men tað tók drúgva tíð. Meti, at teir fyrstu hundrað fjórðingarnir vóru tvassutir hjá hesum smáu bátum. Hinvegin vóru teir seinastu 70 fjórðingarnir á eini leið - og síðan teir seinastu fimti hampiliga góðir.
Tá ið vit sóu Føroyar aftur, høvdu vit gott veður, og veðrið helt sær, til vit bundu bátarnar undir Havnarskrivstovuni, har bátarnir skuldu tollavgreiðast, áðrenn vit sluppu til húsar at leggja okkum í okkara egnu song aftur&
Hendingar ávegis
Týdningurin av, at bátar fylgjast á slíkari ferð, er stórur. Hetta sóu vit bæði á burturferðini og heimferðini.
Ávegis til Hetlands mistu tveir bátar av seks, sum vóru í fylgi, streymin og mistu harvið bæði kortplottara og WHFin. Eftir var bara kumpassin. Høvdu bátarnir havt el-drivna oljupumpu, sum nógvir diesel-bilar hava, lógu teir sum "lorturin", sum onkur tók til.
Á heimferðini boðaði ein bátur um WHFin knappiliga frá, at teir høvdu sjógv í maskinrúminum.
Allir fimm bátarnir vendu aftur beinanvegin og vóru hjá bátinum eftir fáum minuttum. Tá høvdu teir lensað sjógvin úr maskinrúminum við tveimum pumpum og kundu soleiðis síggja, at ein slanguklemma var farin. Tá ið klemman var skift, var alt í lagi aftur, og ferðin helt fram.
Hjá okkum fór eitt oljurør at leka, tá ið vit vóru einar 30 fjórðingar úr landi. Hetta var eitt spíss-rør, sum ikki fekst tætt aftur. Oljan fýsti úr rørinum, so oljuroykurin stóð ramur um allan bátin allan teinin, sum eftir var til lands. Einastu, vit kundu gera, var at vinda ein klút um rørið soleiðis, at oljan ikki fór um alt maskinrúmið. Høvdu vit havt eitt góðan gummihandska, hevði hetta bøtt munandi um støðuna, men tað høvdu vit ikki.
Tað er ikki gamansleikur, tá ið eitt rør til brennioljuna fer. Oljan rennur niðureftir motorinum og kemur hon at forgreiningunum til útstoytið, kann skjótt eldur koma í bátin. Í okkara føri rann oljan úr klútinum og niður eftir motorinum, men lukkutíð stóðst ikki skaði av hesum.
Í vestarnar
Vit lótu okkum í bjargingarvestarnar fyri at tryggja okkum, at aðrir siglarar fingu fatur á okkum, um eldur kom í bátin, og vit noyddust at leypa í havið.
Til tess at tryggja mær, at telda og myndir ikki endaðu í havinum, um ringast vildi til, pakkaði eg telduna í lugarinum og setti hana aftast í bátinum.
Ungi sjógarpurin, Magni, sum var við okkum á ferðini, var vorðin eitt sindur ótryggur við umstøðurnar og hevði hug at sleppa í annað bát. Um WHFin róptu vit á bátin, Hera úr Kollafirði, sum tók 13 ára gamla dreingin umborð á opnum havi.
Hetta gekk eftir bókini&
Vit loysti úr Ulsta hóskvøldið um 18-tíðina, og vit løgdu at undir Havnarskrivstovuni í Havn um 01.30-tíðina leygarmorgunin.
Ein góð og hendingarrík ævintýrferð var at enda komin.
Við hesum er sjálv ferðafrásøgnin liðug, men Sosialurin, sum var við í bátaferðini í Hetlandi, hevur onkra aðra grein í skjáttuni, sum vit fara at venda aftur til.