Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at í minsta lagi átta fólk eru deyð og fleiri enn 90 eru løstað í iranskum rakettálopum á Ísrael í nátt.
Spreingingar hava verið yvir Tel Aviv, Jerusalem og Haifa í nátt, eftir at iranskar rakettir megnaðu at bróta seg ígjøgnum ísraelsku loftverjuna.
Ísraelska ávísin Haaretz veit at siga, at neyðhjálparfólk framvegis eru í gongd fleiri staðni í landinum.
Vitnir siga við Reuters, at íbúðarblokkar í Tel Aviv eru raktir í iranskum álopum, og myndir av staðnum vísa bjargingarfólk, sum ganga í leivdunum.
Sum skilst, hava tvær iranskar rakettir rakt eitt orkuverk nærindis havnarlagnum í Haifa har norðuri í Ísrael, og eldur er í verkinum.
Ein 31 ára gamal ísraeli, Guydo Tetelbaun, var heima í íbúð síni í Tel Aviv, tá hann nakað eftir klokkan 02 í nátt fekk fráboðan um iranskt álop.
- Sum vanligt fóru vit í bumburúmið beint hinumegin gøtuna. Bert nakrar minuttir seinni blástist hurðin til bumburúmið upp, sigur hann við Reuters.
Hann vísir á, at fleiri fólk komu inn í rúmið, sum vóru blóðdálkað.
- Tá vit komu aftur í íbúðina, var lítið eftir. Veggirnir vórðu blástir út, og her var einki glas eftir, sigur hann.
Guydo Tetelbaun sigur, at hetta var ræðandi, tí alt er so óvist.
- Hetta kann vera byrjanin til eina drúgva tíð við kríggi. Tað kann gerast verri - ella vónandi betri. Men, tað er óvissan, sum er mest ræðandi, sigur hin 31 ára gamli.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur á Telegram, at íbúgvarnir í Teheran fara at rinda prísin fyri iransku álopini á sivil í Ísrael.
AFP-tíðindastovan sigur við ísraelsku stjórnini sum keldu, at síðan fríggjadagin eru tilsamans 24 fólk deyð í iranskum álopum á Ísrael.
Ísraelski herurin (IDF) sigur seg í nátt hava rakt iranskar rakettstøðir og kommandostøðir í iranska høvuðsstaðnum.
Iranska tíðindastovan, Tasnim, sigur, at fregnartænastuleiðarin hjá kollveltingarhirðuni og tveir aðrir iranskir generalar hava latið lív í ísraelskum álopum á Teheran sunnudagin.
Sambært iranskum myndugleikum eru 224 fólk deyð í ísraelskum álopum higartil í krígnum, sum byrjaði við, at Ísrael leyp á Iran seinastu fríggjanátt.
Men, hildið verður, at talið av deyðum í Iran er nógv størri, kanska fleiri enn 400.