Seinkingar á leið 7 orsakað av trupulleikum við høvuðsmotori

Strandferðslan boðar á síni heimasíðu frá, at trupulleikar eru við høvuðsmotori fýra á Smyrli.

 

Hetta hevur við sær, at seinkingar kunnu væntast á leiðini um Suðuroyarfjørð.

 

Tað fer eftir øllum at døma at taka nakrar dagar, til bøtt er um trupulleikan, tí ein deilur til motorin skal fást til vega og skiftast.

 

Strandferðslan skrivar soleiðis á ssl.fo:

 

Vegna trupulleikar við einum deili á høvuðsmotori fýra á Smyrli, kunnu væntast seinkingar á leið 7, til deilurin er skiftur. Væntandi verður deilurin í Føroyum týsdagin 27. Februar.