Seinnu hálvfinalurnar vera í kvøld

Í kvøld verður avgjørt hvørji lið skulu í steypafinaluna hjá monnum, sum verður spæld 24. august. Tað er nevniliga í kvøld, at seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini verða leiktar.


NSÍ er tvungið til at fáa mál ímóti Víkingi í kvøld, eftir at Víkingur vann fyrru hálvfinaluna í Sarpugerði 3-2. Sjálvsálitið hjá báðum liðunum er eftir øllum at døma gott í løtuni, nú bæði NSÍ og Víkingur vunnu sín dyst í landskappingini um vikuskiftið. NSÍ megnaði við tveimum málum seint í dystinum at vinna 3-2 ímóti liðnum á næstfremsta plássinum, ÍF, meðan Víkingur vann 2-1 ímóti kreppurakta KÍ í Klaksvík.


Við Margáir er púra opið millum EB/Streym og KÍ, eftir at fyrra hálvfinalan í Klaksvík endaði við 1-1-javnleiki. EB/Streymur hevur seinastu árini staðið seg ógvuliga væl í steypakappingini og ætla teir sær í kvøld helst ógvuliga fegnir aftur í steypafinaluna, sum teir taptu ímóti Víkingi í fjør eftir brotssparkskapping. Hetta er samstundis ein gyltur møguleiki hjá KÍ at fáa uppreisn, nú gongdin als ikki hevur verið góð í síðstuni. KÍ hevur nevniliga ikki vunnið í landskappingini seinastu 10 dystirnar. Seinast teir fingu ein sigur var í fjórðingsfinaluni í steypakappingini 5. mei, tá ið teir vunnu 1-0 á heimavølli ímóti ÍF.


Dyturin ímillum EB/Streym og KÍ byrjar kl.18.00, meðan NSÍ og Víkingur byrja kl.19.00. Rás 2 sigur beinleiðis frá báðum dystunum, somuleiðis sum in.fo eisini fer at fylgja gongdini beinleiðis.