Skulu vit ganga eftir áhuganum fyri at gera seismiskar kanningar á føroyska landgrunninum, har ikki minni enn trý skip í løtuni skjóta seismikk á einum stórum øki, so má sigast, at vónirnar til at finna olju og gass í undirgrundini framvegis eru til steðar. Ja kanska entá góðar.
-Tað er gott fyri leitingina á landgrunninum, at fleiri feløg vilja gera seismiskar kanningar her, og hetta kann eisini vera sera gott fyri 3. útbjóðingina, sum verður seinni í ár sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi. Hann heldur, at tað nógva seismiska kanningarvirksemið í løtuni bendir á, at føroyska økið framvegis er áhugavert fyri oljufeløgini.
Meðan tvey av seismisku feløgunum gera sokallaðar “Spec” kanningar, tvs. kanningar, sum tey sjálvi gjalda fyri og síðani selja víðari til oljufeløgini ella sum onkur klientur, tvs. oljufelag, hevur goldið fyri men vil halda loyniligt, so ger triðja felagið eina bundna uppgávu fyri Chevron, Statoil, Dong og OMV, sum hava fingið tillutað loyvi bæði í føroyskum og bretskum øki, báðumegin markið. Talan er um seismikkskipið Malene Østervold, sum norska felagið Wavefield eigur. Skipið hevur ligið á Havnini í nakrar dagar og bíðað eftir betri veðri. Tað skal gera 2 D kanningar báðumegin markið.
Glen Reuter, geofysikari hjá Chevron er við skipinum og hevur til uppgávu at tryggja, at kanningarnar ganga eftir ætlan. Hann sigur, at talan er um sera týdningarmiklar kanningar, tí tær skulu vera grundarlagið undir komandi avgerðum hjá Chevron at fara undir at bora á føroyska landgrunninum komandi árini. Kanningarnar skulu vara í einar 10 dagar og brúka teir rættiliga framkomna útgerð. Skotið verður føroysku megin markið og síðani verður farið yvir á bretskt øki eisini. Hetta er nærhendis Rosebank oljukelduni, ið Chevron metir sum eitt stórt oljufund. Mangt bendir á, at jarðfrøðiligu viðurskiftini føroysku megin markið eru álík teimum, har Chevron hevur gjørt eitt stórt fund í bretskum umráði.
Síðani er tað seismikkfelagið OMH, sum byrjaði kanningarnar 8. september. Skipið eitur OHM Express. Triðja felagið eitur GX Technology og byrjaðu kanningarnar 6. september við skipinum Discoverer.
Sosialurin skilur, at kanningarnar fevna yvir ein rættiliga stóran part av landgrunninum, fyrst og fremst framvið markinum. Áhugavert er eisini, at kanningarnar eisini eru heilt har suðuri á landgrunninum.