Seks fyritøkur eru nú góðkendar av Landsverki, so tær kunnu bjóða seg fram til at gera Viðareiðistunnilin og tilhoyrandi vegagerð.
Hesar fyritøkur eru samtakið Articon og LNS, J&K Petersen, IAV Føroyar, Ístak, MT Højgaard og NCC Construction.
Farleiðin til Viðareiðis skal dagførast og tryggjast við einum umleið 1.850 metrar langum tunli úr Hvannasundi til Miðdals, við vegi báðu megin, og samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar.
Løgtingið hevur sett 162 milliónir krónur av til nýggju farleiðina til Viðareiðis, og sjálvt arbeiðið skal eftir ætlan byrja næsta ár.
Hesum boðar Landsverk frá í dag.