Tað togaði heilt nógv í samlaða heiðursmerkjabýtið, tá svimjifinalurnar komu á Oyggjaleikaskránna mánadagin.
Krøvini til føroysku svimjararnar eru sett hægri nú, enn tey áður hava verið, og við 10 av 11 finaluplássum mánadagin stóð eisini greitt, at talan er um krútsterkt landslið
Størsta navnið í føroyska hópinum er sjálvandi Pál Joensen, sum umframt stafettina eisini tók lut í fimm øðrum finalum. Undan hesum hevði hann sagt, at hann sjálvandi fór eftir gullinum í teimum øllum. Men hóast hetta ikki eydnaðist, so var talan í fleiri førum um tíðir, sum vóru bæði persónlig og føroysk met á ymsu teinunum. Og mest sum óhugnaliga styrkin kom so ruddiliga til sjóndar, tá hann púrasta róligur kom á málið, eftir at hava knúst alla mótstøðu í 1500 metra kappingini.
Katarina S. Lamhauge vann sítt fyrsta Oyl-gull í 50 metra bringusvimjing, og so var tað hugagott at síggja, hvussu sterkar føroysku stafettirnar vóru. Ikki minst á manssíðuni, har okkara menn ikki vóru favorittar, men har munurin niður til næsta liðið kortini gjørdist heilt stórur.