Kappingin var í Vági og luttóku øll svimjifeløgini, 111 svimjarar íalt.
Hetta er árliga meistarakappingin fyri Bólkarnar 1 og 2
(bólkur 1 er árg 95 og yngri) ( bólkur 2 er árg 93 og 94)
Hetta vísti seg at blíva ein góð og spennandi kapping har fleiri svimjarar frá fleiri feløgum høvdu hug at blanda seg uppí tey fremstu.
6 gull til Hildur
Stóri vinnarin í bólki 2 gjørdist Hildur av Fløtti úr HS , Hildur vann ikki færri enn seks kappingar, 100m rygg, frí, firvald, blandað og 50m frí og firvald.
Ein annar svimjari í bólki 2 sum eisini rættuliga gjørdi um seg var Helena Strøm úr VS, Helena vann bæði 50m bringu og rygg og bleiv nr.2 í 100 rygg, 100bringu og 100 blandað.
Fríkappingarnar í bólki 2 vann Heðin Olsen úr Reka og Magnus Jákupsson vann bæði 50m og 100m rygg, her høvdu Ingi Michelsen frá VS og Pól Mohr frá FS góðan hug at blandað seg uppí men máttu taka til takka við hvør sínum øðrum plássi.
Arni Gregersen frá Skeggjum vann bæði 50m og 100m bringu í bólki 2.
Aðrir vinnarar í bólki 2 vórðu: Torstein J. Fríðfinnsson úr Reka vann kappingina í 100 firvald, Dagmar Malena Winther úr HS vann 100m bringu, Sasho Bjartsson úr HS vann kappingina 100m blandað, Sasho var eisini svimjarin í bólki 2 í veruliga kittlaði eittarnar í bibburnar, hann var nr 2 í 50 frí , firvald og 100 bringu. Benjamin Sikivat úr TS vann kappingina í 50 firvald, og kom inn á øðrum plássi í 50m bringu og 100m firvald og blandað.
Liðsvimjingarnar í bólki 2 vunnu HS og Reki.
Bólkur 1
Í bólki 1 varð Poula Ø. Mohr úr FS svimjarin í vann flest kappingar, Poula vann kappingarnar í 100 m blandað, og 50m frí, firvald og rygg.
Svimjarin í Reka, Turid Christiansen gjørdi eisini um seg í bólki 1, hon vann kappingina í 50m bringu og bleiv nr 2 bæði í 50m frí, firvald og 100m blandað.
Í bólki 1 vórðu fleiri sum vunnu hvør sína kapping, Jóhan Heðinsson úr FS vann kappingina í 50m firvald, Hákun Edmundsson úr Flot vann kappingina í 50m bringu, Tróndur J. á Høvdanum úr Skeggjum vann 50 m frí og svimjarin úr Ægir Alvi Mikkelsen vann kappingina 50m rygg, og kom inn á øðrum plássi bæði í 50 m bringu og frí. Òlavur Fjørdal úr TS vann 100 m blandað.
Gentirnar úr FS vunnu liðsvimjingina í bólki 1 4x50m frí.
Væleydnað tiltak
Kl 20:00 um kvøldið var lítil samkoma í Auluni í Vágs Skúla har vinnandi svimjararnir fingu heiðursmerkir.
Sera áhugavert at síggja eina stúgvandi fulla høll av svimjararum, og ikki minst øllum foreldrum sum vórðu komin at heiðra børnunum.
Eisini landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti var á staðnum og undirhelt eina løtu við onkrum spæli, varð annars frásøgumaður í svimjihøllina alla kappingina, og kom hann sera væl frá hesum, so sigast kann at hann dugir annað enn at taka tíð og læra svimjararnar at svimja skjótt.
Næsta kapping er UM - Unglingameistarakappingin, hon verður í Klaksvík í døgunum 7, 8 og 9 mai.
Samlaða býtið av heiðursmerkjum í Vági var annars hetta
felaggullsilvurbronsa
1Havnar Svimjifelag1287
2Reki645
3Fuglafjarðar Svimjifelag627
4Skeggjar381
5Vágs Svimjifelag241
6Tvøroyrar Svimjifelag235
7Ægir120
8Flot113