Seks ísfiskalínuskip eru undir Føroyum í løtuni, men væntandi koma bara trý av hesum inn at landa fyri páskahøgtíðina.
- Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi í løtuni, men tey eru akkurát byrjaði túr, so tey koma ikki heim aftur enn.
Fýra frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi í løtuni, og vit á In.fo halda okkum tora at leggja aftrat, at fimta frystilínuskipið er á Flemish Kap.
Um útlitini til útróður í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya í dag at siga, at veðrið verður gott, men streymurin harðnar, sum vikan gongur.
- Páskirnar verða í endanum av næstu viku, og tí er væntandi, at tað bara verða teir fyrstu dagarnir í vikuni, at útróðrarfiskur verður, verður lagt aftrat.