Henda myndin er ikki tikin, nú russiskar rakettir aftur raktu býin, men soleiðis sá út, tá bardagarnir um Kharkiv vóru harðast - og russar noyddust at flýggja.

Seks lótu lív í russiskum álopi á Kharkiv

- Hetta er eitt útspekulerað og kyniskt álop á sivilfólk - eitt álop, sum vit kki fara at fyrigeva, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Henda myndin er ikki tikin, nú russiskar rakettir aftur raktu býin, men soleiðis sá út, tá bardagarnir um Kharkiv vóru harðast - og russar noyddust at flýggja.

Russar hava aftur skotið rakettir eftir næst størsta býnum í Ukraina, sum eitur Kharkiv og sum liggur nær markinum til Russlands.

 

Í Kharkiv búgva umleið hálv onnur miljón fólk, og býurin hevur javnan verið fyri russiskum rakettálopum, síðan russar ásannaðu, at teir ikki megnaðu at taka býin.

 

Í fyrstani ljóðaði, at trý fólk høvdu latið lív eftir hetta seinasta rakettálopið á býin, men nú er talið av deyðum sambært guvernørinum í økinum komið upp á seks.

 

- Umframt hesi seks, sum lógu eftirá, er 16 fólk særd í álopinum, sigur guvernørurin, Oleh Synjehubov, sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Í dag raktu russisku rakettirnar ein íbúðarbygning í landnyrðingspartinum av býnum, og eldur kom í bygningin.

 

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, rópar álopið eitt útspekulerað og kyniskt álop á sivilfólk - eitt álop, sum Ukraina ikki fer at fyrigeva.

 

Russiskir myndugleikar hava fyribils ikki gjørt viðmerkingar til álopið, og hetta seinasta álopið á Kharkiv er ikki váttað av óheftum keldum.

 

 

 

Henda myndin er ikki tikin, nú russiskar rakettir aftur raktu býin, men soleiðis sá út, tá bardagarnir um Kharkiv vóru harðast - og russar noyddust at flýggja.