Millum annað koma tvær nýggjar bøkur út í stuttligu og væl umtóktu røðini um pápa Sally, og eisini kunnu føroyskir lesarar gleða seg til at flenna í kíki av hevndarhugaða Lortafrensi. Les meira um bøkurnar niðanfyri.
##med4##
Høgguslokkur við fingraørmum
Tveir lesarar kunnu spæla við fingrunum í holunum og siga frá søguni hjá klóka, lítla høgguslokkinum og øðrum undirsjóvardjóravinum.
Felicity Brooks skrivaði, Ela Smietanka myndprýddi, og Sanna A. Dahl týddi úr enskum.
Bókin er pappbók við holum, 10 síður og til børn uml. 0-1 ár.
##med2##
Vegurin heim
Hugsa tær at vera púra vilstur. Ikki vita, hvar tú ert. Tá er gott, at tað finnast fólk, sum kunnu hjálpa tær at finna heim aftur. At tú ert eitt sindur heppin, ger tað ikki verri. Og tað er so nógv vakurt og løgið at síggja á vegnum, sovorðið sum tú aldrin fyrr hevur sæð.
Kom við á ævintýraferð til løgin og undursom støð, har tú vilt verða verandi leingi, leingi.
Sven Nordqvist skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 32 síður og til børn uml. 2-4 ár.
##med5##
Pápi Sally er sjúkliga flóvisligur
Pápi Sally er faktiskt ein heilt fínur pápi, heldur Sally. Tað er bara líka eitt: Onkuntíð er hann ræðuliga flóvisligur. Til dømis tá hann sparkar fótbólt við dreingjunum í frítíðarskúlanum ella sigur sovorðið løgið framman fyri flokkinum hjá Sally ella sigur, at Svend, vinmaðurin hjá Sally, er sjeikurin hjá henni. Ein dagin fær Sally nokk og ger av at læra pápa sín okkurt.
##med7##
Feita ferian hjá pápa Sally
Tað regnar, tað er vindur, og tað er sum heild ein ordiliga býttur dagur, heldur Sally. Tíbetur hevur pápin eitt RISASTÓRT yvirraskilsi, tá hon kemur heim. Sally og familjan hjá henni fara at ferðast. Tey skulu til eitt løgið land, sum Sally ongantíð hevur hoyrt um fyrr – og sum vanligt, tá tað hevur okkurt við pápa Sally at gera, verður tað ein ferð full av pellisøgum, flóvisligum hendingum – og kipsi. Og tá tey koma heim aftur, fær pápin aftur eitt ørt hugskot ...
Thomas Brunstrøm skrivaði, Thorbjørn Christoffersen myndprýddi, og Silja Aldudóttir týddi úr donskum. Bøkurnar eru innbundnar, 36 síður hvør og til børn uml. 5-7 ár.
##med3##
Lortafrensur
Øll hava brúk fyri møguleikanum at skylda upp á onkran annan. Og hevur mann eingi sysktin, má mann sláa seg til tols við ein frens, sum tíbetur hvørki slatrar ella hevnir seg. Ella ger hann?
Ein ræðuliga stutlig teknirøð um dreingin Sívar og Lortafrens, sum eru í óendaligum bardaga. Lortafrensur vil nevniliga ikki finna seg í at vera syndabukkur og ger av at beina fyri Sívari. Men tað er ikki lætt. Mest tí at Lortafrensur í loyndum elskar Sívar. Ella í hvussu so er elskar at hata hann.
Sophie Souid skrivaði, Thomas Hjorthaab myndprýddi, og Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr donskum.
Bókin er heft teknisøgubók, 88 síður og til børn uml. 8-10 ár.
##med6##