Í gjøgnum al Jazzera og al Qaeda stendur CNN í boði at seta Osama bin Laden seks spurningar. Eitt sjónband við svarunum hjá bin Laden verður sent aftur til al Jazzera, sum síðani kann senda hetta til CNN.
CNN sigur seg einki vita um, hvussu al Qaeda samskiftir við bin Laden ella hvussu arabiska sjónvarpsstøðin hevur hugsað sær at givið bin Laden spurningarnar.
CNN ger greitt, at har góðtaka tey ikki nøkur krøv frá bin Laden og tey tryggja sær eisini, at tey ikki eru noydd at senda sjónbandið frá honum. Eisini sigur CNN, at aðrir fjølmiðlar sleppa at nýta sjónbandið, um teir ynskja tað.
CNN hevur hesar spurningar til bin Laden:
1. Talsmaður tín hevur hálovað álopunum 11. september, har fleiri túsund ósek mistu lív, og hevur hótt við fleiri álopum sum umfata flogfør og bygningar. Hvussu kunnu tú og viðhaldsfólk tíni verja dráp á ósek?
2. Hvønn leiklut hava tú og al Qaeda í álopunum 11. september?
3. Hvønn leiklut hava tú og tín felagsskapur í miltálopunum?
4. Fingi nakrir av flogrænarunum tann 11. september, ella hjálparum teirra, fíggjarligan stuðul frá el Qaeda, hava teir fingið venjing í legum hjá el Qaeda í Afghanistan og var nøkur stjórn ella felagsskapur við í hesum?
5. Hevur tú áður eggjað viðhaldsfólki til at ogna sær hópoyðingarvápn, kjarnorku ella kemisk vápn. Hava tit hesi vápn og verða tey nýtt, um so er?
6. Flestu muslimar og arabiskir leiðarar og muslimskir prestar siga, at islam ikki rættvísger slíkar atsóknir, sum tú verjir. Teir fordøma teg og viðhaldsfólk, og sjálvútrópta heilaga kríggið. Hvat er títt svar upp á hesar atfinningar?